Hondbóltur

Pól Hendrikur settur sum kropsligur venjari - Jens er nú settur fulla tíð

Hondbóltsambandið styrkir um ítróttarliga toymið og skal í størri mun veita feløgunum vegleiðing, skeið, fyrilestrar og ráðgeving á kropsliga og mentala økinum.

Pól Hendrikur Andreasen og Jens á Skipagøtu við Tjarnir, sum verður teirra arbeiðspláss (Mynd: HSF)

Pól Hendrikur Andreasen og Jens á Skipagøtu við Tjarnir, sum verður teirra arbeiðspláss (Mynd: HSF)

2025-04-22 14:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Fyri at tryggja framhaldandi menning av føroyskum hondbólti, bæði fyri breidd og úrval, hevur HSF sett bæði fulltíðar kropsligan- og mentalan venjara í starv.

Soleiðis skrivar Hondbóltssamband Føroya í dag, í sambandi við, at Pól Hendrikur Andreasen er nýggjur kropsligur venjari hjá HSF, og at Jens á Skipagøtu nú fer at starvast fulla tíð.

- HSF ynskir við hesum, í størri mun, at veita feløgunum vegleiðing, skeið, fyrilestrar og ráðgeving á hesum økinum. Landsliðini fáa samstundis serkønan stuðul, sum styrkir um leikaramenning og samstarv millum lið, venjarar og stuðulstoymi. Mentalur og kropsligur stuðul gevur leikarunum eitt trygt og mennandi umhvørvi og stimbrar drívmegi hjá leikarunum at halda fram við ítróttinum.

Víst verður á, at leikaratilfeingið í Føroyum er avmarkað samanborið við flestu londini, sum man kappast við. Fólkatalið er tað, sum tað er, men so snýr tað seg um at tryggja, at føroyskir hondbóltsleikara hava so góðar møguleikar sum gjørligt fyri at mennast og trívast - serliga um man vil bjóða seg fram á landsliðunum.

- Fyri at vera kappingarfør, er tað umráðandi, at føroyskir leikarar eisini fara uttanlands at spæla ávís tíðarskeið á teirra hondbóltsleið. Setanin av einum mental- og kropsligum venjara, er eisini ein liður í at styrkja verandi ítróttaligu ráðgevingina í HSF, sum kann veita leikarunum ráðgeving í mun til, hvat umhvørvi og støði er hóskandi hjá teimum at spæla á, umframt at hjálpa teimum at trívast og avrika har teir eru. Í mun til hetta verður ein av uppgávunum hjá Jensi og Pól Hendrikki at hava regluligt samskifti við landsliðsleikarar og vegleiða (bæði á ungdóms- og A landsliðunum), tá talan er um viðurskifti á og uttanfyri vøllin. 

Jens á Skipagøtu settur sum mental venjari
Jens á Skipagøtu hevur í fleiri ár virkað sum mentalvenjari hjá fleiri av føroysku landsliðunum. Uppgávan er nú vaksin somikið, at HSF hevur gjørt av at seta Jens á Skipagøtu í fulltíðarstarv.

Fyribils er hetta tíðaravmarkað til tvey ár. Í starvinum verður hann framhaldandi mentalvenjari hjá landsliðunum, og skal hann eisini menna tilvitanina um tann mentala partin av hondbóltsspælinum hjá landsliðsvenjarum og venjarum í føroysku feløgunum, skrivar HSF.

Jens á Skipagøtu er hoyvíkingur og fyrrverandi málverji. Hann er maður forkvinnuna í HSF, Gunn Ellefsen, og faðir at landsliðsspælarunum Eliasi Ellefsen á Skipagøtu og Róa Ellefsen á Skipagøtu.

[object Object]
Jens á Skipagøtu og Elias Ellefsen á Skipagøtu til eina landsliðsvenjing hjá monnum, har Jens er mentalvenjari (Mynd: Sverri Egholm)

Jens á Skipagøtu er útbúgvin fólkaskúlalærari. Harumframt hevur hann akademiútbúgving innan leiðslu og grundútbúgving sum kognitivur sálarheilsuráðgevi. Í løtuni er Jens á Skipagøtu í ferð við at taka yvirbygnaðin sum kognitivur sálarheilsuráðgevi og masterútbúgving í trivnaðar- og resourcepsykologi á Aarhus Universiteti. Jens hevur starvast sum skúlalærari og skúlaleiðari seinastu nógvu árini, umframt at hava egið virki. 

- Ítróttur á høgum stigi er ikki bert kropsliga avbjóðandi, men eisini mentalt krevjandi. HSF hevur tí lagt alsamt størri dent á at arbeiða við tí mentala partinum av hondbóltsspælinum. Hetta arbeiðið er liður í føroyska leistinum og fyri at røkka teimum málum og visiónum, sum føroyskur hondbóltur hevur sett sær.

[object Object]
Jens á Skipagøtu virkar eisini sum málmans- og mentalvenjari hjá A-landsliðnum við kvinnum (Mynd: Sverri Egholm)

Pól Hendrikur Andreasen nýggjur kropsligur venjari hjá HSF
HSF hevur eisini sett Pól Hendrik Andreasen í fulltíðarstarv sum kropsligur venjari.

Pól Hendrikur kemur at samstarva við føroysku feløgini um kropsliga venjing, herundir at skipa leistir, ið kunna brúkast av feløgunum til betri kropsliga venjing. Hann er longu farin undir arbeiði.

- Karmarnir fyri kropsligari venjing eru batnaðir hjá flestu feløgunum seinastu árini, og tí ynskir HSF nú, saman við feløgunum, at tryggja eitt høgt venjingarstøði. Kropsligi venjarin verður partur av leikaramenningini fyri at tryggja, at ungu leikarar fáa eina góða innlæring í kropsliga venjing.

Pól Hendrikur Andreasen hevur bachelor útbúgving í Sports Rehabilitation frá University of Salford í Onglandi, og hartil útbúgving sum persónligur venjari. Hann hevur royndir sum kropsligur venjari hjá 07 Vestur og er haraftrat bæði formaður og høvuðsvenjari í styrkifelagnum Stoyt.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder