Fótbóltur

Premier League: Methøgt tal av koronutilburðum

40 persónar við tilknýti til deildina fingu í farnu viku staðfest smittuna. Øll vórðu kannaði tvær ferðir millum 28 desember og 3. januar. Ítróttur á hægsta støði í Bretlandi heldur fram, hóast samfelagið meira ella minni er latið aftur enn einaferð.

Liðið sum Scott Parker stendur á odda fyri, Fulham, hevur verið os hart rakt, at tveir teir seinastu dystirnir eru útsettir (Mynd: EPA)

Liðið sum Scott Parker stendur á odda fyri, Fulham, hevur verið os hart rakt, at tveir teir seinastu dystirnir eru útsettir (Mynd: EPA)

2021-01-05 17:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í seinastu viku vórðu tríggir dystir í Premier League útsettir. Talan var um dystirnar hjá Fulham, móti ávíkavist Tottenham og Burnley, og Everton - Manchester City. Orsøkin var eitt útbrot av koronu í hópinum/toyminum rundanum Fulham og City, ið eru harðast rakt í fyri tíðina.

Harvið eru samanlagt fýra dystir útsettur í kappingarárinum vegna Covid-19. Dysturin, sum skuldi verða í Birmingham 4. desember millum Aston Villa og Newcastle, varð eisini útsettur. Tað varð orsakað av fleriri koronatilburðum í Newcastle-leguni.

Støðan í Bretlandi er vorðin munandi verri seinastu tíðina, og í gjár kunngjørdi Boris Johnson at farið upp á støði fimm, ið er tað hægsta, og lýsti so gott sum útgongubann.

Koyra á víðari hóast nógvar smittutilburðir

Premier League-fótbóltur, og ítróttur á hægsta støði í Stórabretlandi annars, heldur fram. Tá byrjað varð at spæla aftur í juni, varð tað sett í verk, at øll leikarar, venjarar, dómarar o.s.fr skulu kannast hvørja viku. Hetta hevur verið galdandi alt hetta kappingarárið eisini.

Tað hægsta talið av smittutilburðum í samband við Premier League í 2020 var 18. Tað var frá 21-27. desember. Í farnu viku vórðu øll kannað tvær ferðir. Sky Sports skrivar, at 28 tilburðir vórðu staðfestir beint áðrenn nýggjár - frá 28. desember til og við nýggjársaftan - og 12 tilburðir vórðu staðfestir fyri tríggjar dagarnar í nýggja árinum. Harvið vóru 40 nýggir smittutilburðir staðfestir í "Premier League-kanningunum". Talan var um samanlagt 2295 kanningar.

Um nýggjárið gjørdist greitt, at summir leikarar høvdu brotið leiðreglurnar, og røddir vóru frammi úr ymsu, feløgunum, ið ynskti ein støðg í tvær vikur, men Premier League hevur ikki hugt uppá møguleikan: 

- Tað eru lág tøl í meginpartin av feløgunum, og vit hava framhaldandi álit á  COVID-19 mannagongdirnar, ið hava fulla undirtøku hjá stjórnini, fara at loyva dystum at verða spælir sum ætla. 

Eftir ein sera tætta dystarskrá er nú ein støðgur í Premier League í eina viku. Í vikusfitinum verður 3. umfar í FA Cup á skránni.




placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder