Fótbóltur

Premier League og FA Cup á skránni í dag

Botnstríðið er á breddanum í Premier League, og í steypakappingini skulu Manchester-liðini royna at spæla seg víðari úr 1/4 finalunum.

Tíðliga í september deildu Manchester United og Wolverhampton stigini í Premier League uppgerð
(Mynd: EPA)

Tíðliga í september deildu Manchester United og Wolverhampton stigini í Premier League uppgerð (Mynd: EPA)

2019-03-16 10:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sum vant er nógv fokus á enskan fótbólt, og serliga nú seks ensk feløg eru í fjórðingsfinalunum í evropeisku kappingunum. Í dag eru seks dystir í Premier League og FA Cup - tríggir í hvørjari kapping.

Premier League - allir dystirnir byrja kl. 15.00
Bournemouth - Newcastle 
Burnley - Leicester
 (TV3 MAX/Viaplay) 
West Ham - Huddersfield

FA Cup: 
12.15: Watford - Crystal Palace (TV3 MAX/Viaplay) 
17.20: Swansea - Manchester City (TV3+/Viaplay) 
19.55: Wolves - Manchester United

Tað byrjar at nærkast endanum í Premier League. 30 umfør eru leikt, og skjótt verður greitt hvør vinnur, hvørji lið koma í Champions League, og eisini hvørji lið flyta niður. Dystirnir ið eru í dag kunnu fáa týdning á hetta seinasta.

Huddersfield er so gott sum flutt niður, og West Ham á 9. plássi er so gott sum heilt trygt. Bournemouth og Newcastle kunnu tó íblandast í tætta stríðið við strikuna. Bournemouth er á 13. plássi og trý stig frammanfyri dagsins mótstøðulið, ið hevur ferðast langt fyri at royna at koma longri vekk frá strikuni - í løtuni er liðið hjá Benitez seks stig frá. Burnley er bert tvey stig frá, og fær í dag vitjan av Rodgers og Leicester, ið liggja nummar tíggju og allarhelst ikki koma í trupulleikar. Hetta kann gerast ein ógvuliga týðandi dystur fyri Burnley. 

Í steypakappingini er komið til fjórðingsfinalurnar. Dagurin byrjar við áhugaverdum dysti, tá Palace tekur stuttu leiðina útum høvuðsstaðin. Mest fokus er tó á Manchester-feløgunum, ið eru tveir teir størstu favorittarnir at vinna kappingina. City er í Wales, og er stórfavorittur; liðið hjá Guardiola vann heili 7-0 á Schalke týskvøldið, og kann freamvegis vinna fimm steyp í hesum kappingarárinum.

Solskjær hevur fingið nakrar leikarar við aftur eftir skaða, men United hevur eina torføra uppgávu fyri framman. Wolves hevur megnað at vunnið ella spækt javnt ímóti øllum topp-seks liðunum í ár - á Old Trafford fyrr í ár endaði 1-1, og úlvarnir slóu Liverpool út av FA Cup. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder