Fótbóltur

PSG leggur Evra undir at hava sagt homofobiskar úttalilsi

Patrice Evra noktar fyri at hava sagt nakað líknandi.

Patrice Evra (Mynd: Sky Sports)

Patrice Evra (Mynd: Sky Sports)

2019-03-20 16:49 Author image
Ari av Rana
placeholder

Franska stórfelagið Paris Saint-Germain leggur Patrice Evra undir at hava sagt homofobisk úttalilsi mótvegis felagnum.

Patrice Evra, sum er fyrrverandi Manchester United leikari, var til Champions League dystin millum Mancester United og PSG fyrr hendan mánaðin. Manchester United vann dystin 3-1 og sendi harvið franska stórfelagið úr kappingini.

Eftir dystin sá eitt sjóband dagsins ljós, har Patrice Evra svarar spurningi frá einum brúkara á einum sosialum miðli. Evra sigur, at fólk skulu steðga við at viðurkenna lið (sum PSG), sum aldrin vinna nakað. Síðani segði Evra tvær ferðir okkurt um PSG, sum nú verður sagt at hava verið homofobiskt.

PSG fordømir nú úttalilsini hjá Evra, meðan Evra sigur, at PSG leggur annað í orðini enn tað hann segði.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder