PSG og United fingu Madrid-felag ístaðin

Messi skal royna seg móti Real Madrid, har ónøgd verður um, at PSG verður mótstøðuliðið ístaðin fyri Benfica, sum tað var í upprunaliga lutakastinum. Liverpool fekk eisini eitt á pappírinum nakað torførari mótstøðulið, meðan Chelsea aftur hevði hepni við sær.

Lionel Messi skal dystast móti Real Madrid og Toni Kroos - hesaferð sum PSG-leikari (Mynd: EPA)

Lionel Messi skal dystast móti Real Madrid og Toni Kroos - hesaferð sum PSG-leikari (Mynd: EPA)

2021-12-13 14:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tvær ferðir uppá eina dag. Fyri lítlari løtu seinni vóru teir eftir til reiðar við bollunum í Nyon og trektu lut um, hvussu spælast skal í áttandapartsfinalunum í Champions League, ið eru á skránni í februar-mars. 

Tað var man eisini seint fyrrpartin, men eitt tekniskt mistak, sum hevði við kúluna við lepanum Manchester United á at gera, gjørdi, at Champions League-søga varð skrivað, og neyðugt varð við nýggjum lutakasti - alt tað fyrra varð strikað.

Les eisini: Lutur skal kastast av nýggjum

United trekti PSG, tann á pappírinum sterkasta tvey'aran frá bólkaspælinum, og harvið skuldu Ronaldo og Messi hittast, og endurlutakastið gjørdist ikki nakað serliga nógv frægari fyri enska felagið. Atletico Madrid hevur nógvar royndir frá Champions League-endaspælinum seinastu árini, og hóast Cristiano Ronaldo ofta hevur skorað móti liðnum hjá Simeone, ið ikki hevur havt eitt serliga gott kappingarár higartil, so verður uppgávan helst sera trupul at loysa hjá Ralf Rangnick og hansara monnum. 

Tað verður hon eisini hjá Real Madrid. Florentino Perez og hansara fólk eru í øðini - spanska kongafelagið var upprunaliga sloppið undan PSG, men í endurlutkastinum kom Real Madrid síðst upp, og varð parað saman við felagnum úr París. Messi og Ramos skulu aftur spæla á Bernabeu, og PSG verður helst ein størri biti at svølgja enn Benfica hjá Ancelotti og hansara monnum.

Liverpool trekti upprunaliga RB Salzburg, men tað eru aðrir týskarar enn Jürgen Klopp, sum nú kunnu gníggja sær um hendurnar. Bayern sleppur undan Atletico Madrid og verður ístaðin fyrsta liðið, sum skal spæla ein knock-out dyst í Champions League í Eysturríki. Liverpool noyðist, eins og í bólkaspælinum, til Milano. Hesaferð at spæla móti italsku meistarunum.

Thomas Tuchel og hansara menn vunnu síðsta kappingarár - í dag var hepni við liðnum tvær ferðir, tí sum tvey'ari fekk Chelsea tann á pappírinum greitt veikast møguliga eitt'aran - tvær ferðir. City fekk - sum so ofta - eitt yvir miðal gott lutakast.


Seinna og avgerandi lutakastið:
RB Salzburg - FC Bayern München
Sporting CP (Sporting Lissabon) - Manchester City
SL Benfica - Ajax 
Chelsea - LOSC Lille
Atletico Madrid - Manchester United
Villareal - Juventus
Inter Milan - Liverpool FC
PSG - Real Madrid

Fyrrnevndu liðini vórðu tvey'arar í bólkum teirra og hava heimavøll fyrst. Regulin um útivallarmál er ikki galdandi longur. 

Fyrru dystirnir verða leiktir 15, 16, 22. og 23. februar - tveir hvønn av døgunum - og seinnu áttandapartsfinalurnar verða leiktar 8. 9, 15. og 16. mars 


Upprunalutakastið:
Benfica - Real Madrid
Villareal - Manchester City
Atletico Madrid - Bayern München
RB Salzburg - Liverpool
Inter Milan - Ajax
Sporting CP (Sporting Lissabon) - Juventus
Chelsea - LOSC Lille
PSG - Manchester United 

Les eisini: Messi og Ronaldo bresta saman í áttandapartsfinalunum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder