Fótbóltur

Messi og Ronaldo bresta saman í áttandapartsfinalunum

(Lutakastið er síðani ógildað) Tveir teir bestu fótbóltsleikararnir seinastu fimtan árini skulu tíðliga í 2022 hittast í Champions League - hesaferð við teirra nýggju feløgum. Liverpool og Chelsea fingu heilt gott lutakast - Bayern og Atletco Madrid skulu spæla móti hvørjum øðrum í februar-mars.

Her sum Barcelona og Real Madrid-leikarar. Fyri fyrstu ferð í 17 ár verður Barcelona ikki at síggja í endaspælinum í Champions League. Tað verður Messi, og hann og PSG skulu royna at basa Ronaldo og co. (Mynd: EPA)

Her sum Barcelona og Real Madrid-leikarar. Fyri fyrstu ferð í 17 ár verður Barcelona ikki at síggja í endaspælinum í Champions League. Tað verður Messi, og hann og PSG skulu royna at basa Ronaldo og co. (Mynd: EPA)

2021-12-13 11:41 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Orsakað av tekniskum mistaki við lutakastinum varð tað ógildað, og eitt nýtt varð framt seinnapartin.

Les meira:
 
Lutur skal kastast av nýggjum
PSG og United fingu Madrid-felag ístaðin

Dagført: 18.14

-------------------------------------------------------------------
Upprunagreinin:

Lutakastið til áttandapartsfinalurnar í Champions League 2021/2022 er fyri lítlari løtu síðani av. Tað gav hesar uppgerðirnar: 

Benfica - Real Madrid
Villareal - Manchester City
Atletico Madrid - Bayern München
RB Salzburg - Liverpool
Inter Milan - Ajax
Sporting CP (Sporting Lissabon) - Juventus
Chelsea - LOSC Lille
PSG - Manchester United 

*Liðið sum stendur frammanfyri hevur heimavøll í fyrra dystinum

Tað er helst tann síðsta, ið er mest áhugaverd - millum annað tí at nú ávíkavist 34 og 36-ára gomlu Lionel Messi og Cristiano Ronaldo eru á hvør sínum liði. Ríka felagið úr París hevur sum høvuðsmál at vinna Champions League, og tað skulu Messi og aðrar stórar stjørnur hjálpa við. Hjá United sær tað út til at fara at vera tungt at spæla seg í kapppingina næsta ár, og nú trekti liðið tann á pappírinum greitt sterkasta tvey'aran úr bólakspælinum. United hevur tó góð og frísk minni úr París - í 2019 spældu liðini eisini í áttandapartsfinalunum, tá hevði United eisini fyribils venjara, PSG var stórfavorittur, men við ivasomum brotssparki seint í seinna dystinum, spældi enska felagið seg víðari.

Hini ensku feløgini fingu greitt betri lutakast. Chelsea, meistararnir, hóast liðið endaði á øðrum plássi í bólkinum. Liðið hjá Thomas Tuchel skal spæla móti tí á pappírinum greitt veikasta bólkavinnaranum. Liverpool, ið gjørdist fyrsta enska felagið, ið vann allar sínar seks bólkaspælsdystir, skal møta RB Salzburg, sum er fyrsta liðið úr Eysturríki, sum er komið í knock-out umfar í Champions League. 
Manchester City fekk spanska mótsstøðu.

Tað fekk Bayern, ið er ein av stóru favorittunum til at vinna kappingina, eisini. Liðið hjá Nagelsmann fekk tó eitt á pappírinum heldur torførari lið at spæla ímóti, hóast tað ikki hevur verið eitt so gott kappingarár higartil hjá Simeone og co.

Fyrru dystirnir verða leiktir 15, 16, 22. og 23. februar - tveir hvønn av døgunum - og seinnu áttandapartsfinalurnar verða leiktar 8. 9, 15. og 16. mars 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder