Tað eru feløgini, ið hava tapt í Champions League-finaluni seinastu tvey árini, ið hittast í París í kvøld. Bæði hava lagt nógv fyri í royndini at vinna stóru kappingina fyri fyrstu ferð - serliga PSG sum í summar hevur fingið fatur á millum annað Gianluigi Donnarumma, Gini Wijnaldum, Sergio Ramos og Lionel Messi.
Júst Messi, ið áður hevur verið settur í samband við City, er ikki komin heilt í gongd í sínum nýggja felagið. Í kvøld skal hann spæla móti liðnum hjá einum av sínum gomlu venjarum. Guardiola og City komu í gongd í Champions League við einum 6-3 sigri á RB Leipzig, meðan Messi og PSG bert fingu javnleik í Belgia, og í kvøld eru millum annað Ramos og Di Maria ikki tøkir.
Summi skýra tað at vera Katar móti Sameindu arabisku emiratunum í franska høvuðsstaðnum í kvøld - oljupengar og annað stendur aftanfyri, men tað er í øllum førum lagt upp til eitt brak av einum fótbóltsdysti í kvøld.
Talan er um ein óguvliga torføran útidyst hjá Premier League-meistarunum (Mynd: EPA)
Í bólki B vitjar Liverpool í Portugal. Liðið hjá Klopp og Porto hava spælt nakrar ferðir móti hvørjum ørðum seinastu árini, og har hevur Liverpool verið samanlagt greitt omaná. Lagt er upp til spenanndi dyst í Milano, har Atletico Madrid er mótstøðuliðið.
Hini stórfeløgini úr Madrid og Milano eru í bólki D. Inter spælir ein á pappírinum torføran útidyst í Ukraina - tann dysturin verður bríkslaður í gongd um ein tíma og 40 minuttir. Real Madrid spælir sín fyrsta Champions League-dyst á Santiago Bernabeu síðani 26. februar 2020, tá yvir 75.000 áskoðarar sóu Guardiola og City vinna 2-1 í fyrru áttandapartsfinaluni. Spanska høvuðsstaðarfelagið hevur spælt á "eykaleikvøllinum" Alfredo di Stefano, meðan Bernabeu hevur verið undir umvæling og dagføring.
Í Dormtund er stóra ivamálið, um Erling Braut Håland verður tøkur, ella um vøddaskaðin darvar ov nógv. Um hann spælir, skal norðmarðurin royna at halda fram at skjóta mál í stóru kappingini, Stóri og kraftmikli áleyparin hevur 21 mál í 18 dystum í Champions League.
Bólkur A:
Manchester City 3 stig
PSG 1 stig
Club Brugge 1 stig
RB Leipzig 0 stig
20.00: PSG - Manchester City
RB Leipzig - Club Brugge
Bólkur B:
Liverpool 3 stig
Atletico Madrid 1 stig
FC Porto 1 stig
AC Milan 0 stig
20.00: FC Porto - Liverpool
AC Milan - Atletico Madrid
Bólkur C:
Ajax 3 stig
Borussia Dortmund 3 stig
Besiktas 0 stig
Sporting Clube de Portugal 0 stig
17.45: Ajax - Besiktas
20.00: Borussia Dortmund - Sporting Clube de Portugal
Bólkur D:
Sheriff Tiraspol 3 stig
Real Madrid 3 stig
Inter Milan 0 stig
Shakhtar Donetsk 0 stig
17.45: Shakhtar Donetsk - Inter Milan
20.00: Real Madrid - Sheriff Tiraspol
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald