Í gjár varð greitt, at eingin fótbóltur verður í Fraklandi fyrrenn í september. Hetta kemst av, at franska stjónin boðaði frá, at eingin stór almenn tiltøk verða komandi mánaðirnar, og tað hevur við sær, at Ligue 1 og League 2, fremst fótbóltsdeildirnar í landinum, eru av.
Óvist var, hvussu var við meistarheiti, evropeiskari luttøku og upp- og niðurflyting, og boðað varð frá, at hon verður í komandi mánaði.
Franska ítróttarblaðið L'Equipe skrivar í dag, at tað er so gott sum vist, at PSG verður meistari triðja árið á rað. Høvuðsstaðarfelagið er 12 stig frammanfyri nummar tvey, Marseille, ið so kemur í Champions League saman við Rennes og Lille eisini. Reims, Nice og Lyon fáa síðani Europa League-plássini.
Í Fraklandi fara tvey lið beinleiðis niður og tvey koma upp. Síðani spælir nummar 18 í Ligeu 1 móti nummar trý í Ligue 2. Hetta seinasta verður sambært L'Equipe av ongum, tí fótbóltur ikki verður spældur komandi mánðirnar, men FC Lorient and RC Lens koma upp, og Amiens og Toulouse fara niður.
Hetta er, eins og viðvíkjandi meistaraheiti og evropeiskum plássi, í tráð við stigatalvuni, sum hon sá út, tá koronavirusið støðgaði fótbóltinum í Fraklandi
PSG á heimavølli uttanfyri Frakland
Sum nú er, hongur Champions League 2019/2020 í leysum lofti. Um tað verður spælt víðari, skal PSG spæla fjórðingsfinalur, men av tí at tað ikki verður fótbóltur komandi mánaðirnar í landinum, so fer PSG at hava heimadyst uttanfyri Frakland, um Champions League verður tikið uppaftur. Tað er óvist júst hvar, hetta skal verða.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald