Fótbóltur

Eingin fótbóltur í Fraklandi fyrrenn í september

Stjórnin boðaði í gjár frá, at stór ítróttartiltøk ikki verða komandi mánaðirnar, og at stórar mann. Óvist er, um nakar veðrur kosin meistari ella flytur niður úr Ligue 1.

Kylian Mbappe og PSG spæla ikki aftur í hesum kappingarárinum. Spurningurin er, um PSG kortini fær meistaraheitið (Mynd: EPA)

Kylian Mbappe og PSG spæla ikki aftur í hesum kappingarárinum. Spurningurin er, um PSG kortini fær meistaraheitið (Mynd: EPA)

2020-04-29 16:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár boðaði franski forsætisráðharrin Édouard Philippe, sum er undir forsetanum Emmanuel Macron, frá, at yrkisítrótturin í landinum fer at liggja stillur til og við august. 

Hetta ber millum annað við sær, at Ligue 1 og Ligue 2, fremstu fótbóltsdeildirnar, ikki verða spældar lidnar.

Tað er ikki greitt enn, um PSG, ið liggur greitt á odda, verður kosið meistari. Tað er eisini óvist um, nakað lið flytur niður, og hvussu verður við evropeisku plássunum. Franska fótbóltssambandið skal í komandi mánaði hava fund um støðuna.  

Fram til september kunnu ikki fleiri enn 5000 fólk savnast til nakað í Fraklandi, ið hevur 165,911 skrásettar koronatilburðir. 23,660 eru deyð við koronavirusinum í Fraklandi. Tað eru bert USA, Spania og Italia ið hava hægri tøl *

Hetta er tann triðja av teimum miðalstóru deildunum í Evropa, har kappingarárið 2019/2020 er endað. Fyrst í apríl varð kappingin í Belgia avblást, og í fyri nøkrum døgum síðani hollendska Eredivise. Í Belgia varð greiða oddaliðið, Club Brugge, kosið meistari. Eingin niðurflytari, men tveir uppflytarar verða. Í Hollandi varð eingin meistari og heldur eingin 

Les eisini: Besta hollendska deildin verður ikki spæld liðug


Ávirkar møguliga Tour de France

Nýggju boðini frá myndugleikunum hava 1. september sum skeringsdato. Fyri tveimum vikum síðani varð Tour de France útsett. Ætlanin er, at kappingin skal byrja 29. mars í Nice, og at hon endar 20. september í París. Spurningurin er, um byrjanin fer at verða ávirkað, við tað at tað millum annað ikki verða nakrir áskoðarar, ella um dagfestingarnar verða broyttar nakað. 


*Tøl sambært Worldometers

–––

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.




placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder