Altjóða súkklusambandi, UCI, hevur fyri løtu síðani boðað frá, at Tour de France er útsett, so at tað ístaðin fyri at verða hildið frá síðst í juni til seinna partin av juli, byrjar síðst í august og heldur fram størsta partin av september.
Tour De France 2020 byrjar 29. august í Nice og endar í París 20. september. Hetta merkir, at hinar báðar heilt stóru kappingarnar, Giro d'Italia og Vuelta a España, eisini verða fluttar. HM-vikan byrjar sama dag, sum Tour de France endar. Súkklukappingar, ið skuldu verða í vár ella tíðliga í summar, verða helst súkklaðar í heyst.
Mánakvøldið kunngjørdi franski forsetin, Emmanuel Macron, at eingin tiltøk ið savna stórar mannamúgvir verða í landinum komandi tríggjar mánaðirnar. Eftir hetta varð bert bíðað eftir, at Tour de France varð útsett ella avlýst.
Les eisini: Tour de France fer ikki fram sum ætlað
Tann ætlaða rutan verður fylgd í Fraklandi, og lokalir myndugleikar, lið og súkklarar eru tikin uppá ráð, áðrenn avgerðin í dag er tikin.
Annað
Staðfest: Størsti parturin av Tour de France verður í september
Byrjað verður 29. august. Upprunaliga skuldi størsti parturin av kappingini verða súkklaður í juli..
París er endastøðin. Har verður komið á mál 20. september (Mynd: EPA)
2020-04-15 13:10
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald