Annað

Tour de France fer ikki fram sum ætlað

Hetta er greitt, eftir at øll tiltøk í Fraklandi, ið savna stórar mannamúgvir, fram til mitt í juli eru avlýst . Óvist er, um stóra súkklikappingin verður í 2020, og um so er nær..

Um Tour de France verður avlýst, kann tað fáa stórar fíggjarligar avleiðingar fyri ítrottin, siga serfrøðingar (Mynd: EPA)

Um Tour de France verður avlýst, kann tað fáa stórar fíggjarligar avleiðingar fyri ítrottin, siga serfrøðingar (Mynd: EPA)

2020-04-14 13:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjárkvøldið gjørdi franski forsetin, Emmanuel Macron, greitt, at eingin stór tiltøk verða í landinum fram til mitt í juli. Harvið hevur hann longt bannið fyri at savna stórar fólkamongdir, ið hevur verið galdandi seinastu tíðina. 

Í tí sambandi gjørdist eisini greitt, at Tour de France ikki kann fara fram sum ætlað. Kendasta súkklikappingini í heiminum skuldi í ár byrjað 27. juni í býnum Nice, men so verður ikki.

Sum støðan er nú, er ógreitt um nær kappingin kann verða í ár, og hvør ein nýggj dagfesting møguliga verður. August mánaði hevur verið nevndur sum ein møguleiki, men tað ber ikki til at áseta í løtuni. Um Tour de France skal flytast til í heyst, noyðast aðrar kappingar at flytast ella at víkja heilt.

Serfrøðingar meta, at um Tour de France verður avlýst, so fær tað stórar fíggjarligar avleiðingar fyri súkkliítróttin. 

Wimbledon og EM í fótbólti verða av ongum í summar. EM er flutt til næsta summar. 

Í Fraklandi eru beint undir 15.000 fólk deyð við koronavirusinum.

--------------------------------------------------------

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder