
Fyri aðru ferð í hesum kappingarárinum hevur Watford givið einum venjara sekkin, og fyri aðru ferð er Quique Sanchez Flores liðugur í sessinum. Hetta er greitt í dag.
Orsøkin er, at úrslitini ikki eru nóg góð, og tapið í botndystinum í Southampton í gjár varð dropin, ið fekk bikarið at flóta yvir.
Les eisini: Southampton vendi botnbrakinum
Longu eftir fýra dystir í ár fekk Javi Garcia sekkin, og landsmaðurin ið avloysti hann fekk bert 85 dagar í sessinum. Spaniólin var eisini venjari hjá Watford í 2015-2016. Í tíggju dystum í Premier League vann hann bert ein, og nú hevur tað kostað. Sambært leiðsluni er enn avloysari heilt skjótt uppá pláss.
Hósdagin fekk Unai Emery sekkin í Arsenal, og fyrr í november endaði samstarvið millum Tottenham og Mauricio Pochettino.
Kelda: Sky Sports
Premier League, 14. umfar
Leygardagur 30. november
Í dag verða fýra dystir leiktir:
15.00:
Norwich - Arsenal
Wolves - Sheffield United
17.30:
Leicester - Everton
Manchester United - Aston Villa
Newcastle - Manchester City 2-2 (1-1)
Les um dystin: City setti aftur stig til
Liverpool - Brighton 2-1 (2-0)
Chelsea - West Ham 0-1 (0-0)
Tottenham - Bournemouth 3-2 (1-0)
Burnley - Crystal Palace 0-2 (0-1)
Les eisini: Van Dijk tryggjaði Liverpool øll trý stigini
Southampton - Watford 2-1 (0-1)
Støðan:
1. Liverpool (40 stig)
2. Manchester City (29 stig)
3. Leicester (29 stig) *
4. Chelsea (26 stig)
5. Tottenham (20 stig)
6. Wolves (19 stig) *
7. Sheffield United (18 stig) *
8. Burnley (18 stig)
9. Arsenal (18 stig) *
10. Crystal Palace (18 stig)
11. Manchester United (17 stig) *
12. Bournemouth (16 stig)
13. Newcastle (16 stig)
14. West Ham (16 stig)
15. Brighton (15 stig)
16. Aston Villa (14 stig) *
17. Everton (14 stig) *
18. Southhampton (12 stig)
19. Norwich (10 stig) *
20. Watford (8 stig)
* Ein dyst færri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald