Fýra dystir í 14. umfari í Premier League fór í gongd klokkan 15.
City fekk bert fekk javnleik móti Newcaslte fyrr í dag, og Liverpool tók av møguleikanum fyri at leggja meira sjógv ímillum seg og meistararnar. Virgil Van Dijk er í uppskoti til heimsins besta leikara, ið verður kosin í komandi viku, og hann stútaði Liverpool á odda í 18. minutti og á 2-0 í 24. minuttir. Í báðum førum eftir frálíkt innlegg frá Trent Alexander-Arnold - fyrst frísparksinnlegg og síðani horna.
Eftir hetta tyktiskt Liverpool at hava fult tamarhald á støðuni, hóast Brighton vísti góðar taktir í løtu. Eitt korter fyri tíð fekk Alisson beinleiðis reytt kort fyri at sláa bjarga við hondini uttanfyri brotssteigin. Eykamálverjin Adrian var í gongd við at seta múrin, tá Lewis Donk legði bóltin í tóma longra málhorn. Hetta vóru teir á heimaliðnum og Klopp ónøgdir við, men hugsavnaðu seg skjótt um at verja leiðsluna. Hetta eydnaðist eisini, hóast eitt trýst frá Brighton. Tað sær nú ógvuliga gott út hjá Liverpool. Leicester kann hála trý stig inná í morgin, tá Liverpool-felagið, Everton, vitjar í morgin.
Allison fekk beinleiðis reytt kort, og málverjin úr Brasil verður harvið ikki tøkur til grannauppgerðina móti Everton mikudagin (Mynd: EPA)
Lewis Dunk snýtti Liverpool-múrin og málverjan við beinleiðis frísparki (Mynd: EPA)
Chelsea misti eitt fet í oddastríðnum, tá West Ham vann grannauppgerðina á Stamford Bridge. Aaron Cresswell gav Frank Lampard ein ósigur móti hansara gamla felagið. Aðrastaðni í London fekk Tottenham trý stig. Tað var eitt kopi av fyrsta dystinum hjá Jose Mourinho á Tottenham Hotspur leikvøllinum fyri viku síðani: Heimaliðið kom á odda 3-0, koyrdi móti einum tryggum sigri, áðrenn útiliðið minkaði um munin eitt korter fyri tíð og síðani í yvirtíðini.
Dele Alli sær út til at blóma undir Jose Mourinho. Miðvallarin skoraði tvey mál í sigrinum á Bournemouth í dag (Mynd: EPA)
Palace vann ein góðan útisigur. Seinasti dysturin í dag er ein borndystur í Suðuronglandi.
Premier League, 14. umfar
Leygardagur 30. november
Newcastle - Manchester City 2-2 (1-1)
Les um dystin: City setti aftur stig til
Liverpool - Brighton 2-1 (2-0)
Chelsea - West Ham 0-1 (0-0)
Tottenham - Bournemouth 3-2 (1-0)
Burnley - Crystal Palace 0-2 (0-1)
17.30:
Southampton - Watford
Støðan:
1. Liverpool (40 stig)
2. Manchester City (29 stig)
3. Leicester (29 stig) *
4. Chelsea (26 stig)
5. Tottenham (20 stig)
6. Wolves (19 stig) *
7. Sheffield United (18 stig) *
8. Burnley (18 stig)
9. Arsenal (18 stig) *
10. Crystal Palace (18 stig)
11. Manchester United (17 stig) *
12. Bournemouth (16 stig)
13. Newcastle (16 stig)
14. West Ham (16 stig)
15. Brighton (15 stig)
16. Aston Villa (14 stig) *
17. Everton (14 stig) *
18. Norwich (10 stig) *
19. Southhampton (9 stig) *
20. Watford (8 stig) *
* Ein dyst færri
Fótbóltur
Van Dijk tryggjaði Liverpool øll trý stigini
Liverpool hevur nú heili 11 stig niður til Leicester og Manchester City. Eitt reytt kort til málverjan og eitt frísparksmál gjørdi dystin á Anfield spennandi seinastu løtuna. Mourinho og Tottenham vunnu aftur 3-2, meðan Chelsea snávaði í East London grannauppgerðini.
Alexander-Arnold legði upp og hálendski Van Dijk stóð fyri stútarunum, tá Liverpool basti Brighton (Mynd: EPA)
2019-11-30 17:10
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald