Tann seinasti av dagsins seks dystum í Premier League var ein sannur botndystur. Southampton tók ímóti Watford, og tey bæði aftastu liðini høvdu harðliga tørv á stigum.
Í 1.hálvleiki var Watford greitt omaná, og Ismaila Sarr legði útiliðið á odda. Liðið hjá Ralph Hassenhüttl reisti seg í 2. hálvleiki og jagstraði fyri at venda dystinum. Hetta eydnaðist við ágangandi spæli, stríði, hegni og góðsku. Fyrst var Danny Ings á rætta staði í málteiginum eftir gott gjøgnumbrot úr høgru frá Moussa Djenpo. Hetta var í 78. minutti, og fimm minuttir seinni kókaði á St Mary's, tá James Ward Prowse vísti sín frálíka sparkiteknik: Miðvallarin sendi eitt frálíkt fríspark upp í málhorn.
2-1 bar á mál hjá Southampton, og hetta var fyrsti heimasigur hjá liðnum í ár - fyri góðum mánaði síðani tapti liðið 9-0 fyri Leicester á leikvøllinum. Watford er nú á aftasta plássi, og starvið hjá Quique Sanchez Flores er í vanda.
Premier League, 14. umfar
Leygardagur 30. november
Newcastle - Manchester City 2-2 (1-1)
Les um dystin: City setti aftur stig til
Liverpool - Brighton 2-1 (2-0)
Chelsea - West Ham 0-1 (0-0)
Tottenham - Bournemouth 3-2 (1-0)
Burnley - Crystal Palace 0-2 (0-1)
Les eisini: Van Dijk tryggjaði Liverpool øll trý stigini
17.30:
Southampton - Watford 2-1 (0-1)
Í morgin verða fýra dystir leiktir:
15.00:
Norwich - Arsenal
Wolves - Sheffield United
17.30:
Leicester - Everton
Manchester United - Aston Villa
Støðan:
1. Liverpool (40 stig)
2. Manchester City (29 stig)
3. Leicester (29 stig) *
4. Chelsea (26 stig)
5. Tottenham (20 stig)
6. Wolves (19 stig) *
7. Sheffield United (18 stig) *
8. Burnley (18 stig)
9. Arsenal (18 stig) *
10. Crystal Palace (18 stig)
11. Manchester United (17 stig) *
12. Bournemouth (16 stig)
13. Newcastle (16 stig)
14. West Ham (16 stig)
15. Brighton (15 stig)
16. Aston Villa (14 stig) *
17. Everton (14 stig) *
18. Southhampton (12 stig)
19. Norwich (10 stig) *
20. Watford (8 stig)
* Ein dyst færri
Fótbóltur
Southampton vendi botnbrakinum
Tvey mál innan fimm minuttir gjørdu, at Southampton lyfti seg upp á stigatalvuni, og at Watford framvegis er á aftasta plássi í Premier League.
James Ward-Prowse hevur her skorað í London móti Arsenal - í dag avgjørdi hann umráðandi botndystin í Southampton við frálíkum frísparki (Mynd: EPA)
2019-11-30 19:49
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald