Fyri fimm árum síðani vann Danmark við tveimum málum á Fraklandi í OL-finaluni í Rio. Harvið støðgaðu Mikkel Hansen, Niklas Landin og co. OL-gullrøðini hjá Les Experts - fýra ár frammanundan gjørdist Frakland fyrsta landið á manssíðuni, sum vann OL tvær ferðir á rað.
Í dag vóru tað fraklendingar, ið við tvey-máls sigri í Tokyo forðaðu dønum at vinna gull fyri aðru ferð. Danir fingu álopsspælið væl at koyra fyrstu minuttirnar, og vóru eftir seks minuttir á odda 4-3, men so kom av álvara stígur í, og tað gingu næstan tíggju minuttir, til Danmark skoraðu aftur. Samanumtikið vórðu alt ov nógvar tekniskar villur gjørdar - greitt meira enn vanligt hjá Danmark - har bóltar í skundi ella ósketni vórðu tveittir burtur ella í franskar hendur, og nøkur skot endaðu mitt á Gerard. Franska verjan var stinn og tók broddin frá dønum. Í hinum endanum var samanlagt betri hjá Danmark, har Niklas Landin hevði nakrar góðar bjargingar. Ímóti endanum av fyrra hálvleiki dró Frakland TÓ frá við góðum og effektivum áloppspæli, og munurin í steðginum var fýra mál.
Munurin var heilt uppi á seks málum nakrar ferðir í byrjanini av 2. hálvleiki, har Danmark helt fram at brenna. Men smátt um smátt ótu danir seg inn. Verjan fór at hanga betri saman, Landin tók frá, og meira broddur kom í álopsspæli, har Mathias Gidsel var ógvuliga eyðsýndur við gjøgnumbrotum, málum og uppleggum. Liðið hjá Nikolaj Jakobsen hevði nakrar ferðir móti endanum møguleikan at javna, men tað eydnaðist ikki: Verjan hjá Fraklandi fekk órógvað so mikið í øllum førunum, Gerard stóð væl, og danir kundu eisini irða seg um, at Mikkel Hansen, ið gjørdist toppskjútti við níggju málum, misnýtti eitt brotskast, tá fimm minuttir vóru eftir.
Tá beint yvir ein minuttir var eftir, misti royndi og vælleikandi Nikola Karabatic bóltin. Eitt mál var á muni, og danir koyrdu eitt langt álop við sjey ímóti seks. Har hendi ikki tað stóra, og tá Gidsel royndi at bróta ígjøgnum, misti evnaríki bakkurin bóltin, og so kundi bólturin kastast í tómt mál til 25-23, ið gjørdist endaliga úrslitið.
Jóhan á Plógv Hansen var á vøllinum seinastu minuttirnar. 27-ára gamli høgri vongurin hevði onga skotroynd. Hann fer hvørja løtu at gerast fyrsti føroyski mannligi íðkari, ið fær eitt OL-heiðursmerki um hálsin. Tíverri fyri havnarmannin og danska liðið var talan um silvur. Frakland hevur nú vunnið OL tríggjar ferðir a manssíðuni - Spania tryggjaði sær bronsu við sigri á Egyptalandi fyrrapartin.
Les eisini: Føroyska Anja vann OL-gull Í1996
Hondbóltur
Rakk ikki til enn eitt OL-gull hjá Danmark
Heimsmeistararnir høvdu møguleikan at tryggja longda leiktíð í seinastu sekundunum, men, sum so ofta áður í finaluni, varð bólturin blakaður burtur, og Frakland vann gull. Damark var aftanfyri so at siga allan dystin - Jóhan á Plógv fekk seinastu minuttirnar á vøllinum.
Nikolaj Jacobsen kundi irða seg um, at tað gjørdist talan um silvur hesuferð (Savnsmynd: Sverri Egholm)
2021-08-07 15:09
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald