Eins og vanligt er til endaspøl, verður eitt all-star lið kosið eftir kappingarlok.
Soleiðis var eisini til Euro Championship kappingina í Skopje í Makedonia og var føroyski málverjin Rakul Wardum kosin besti málverji.
Rakul Wardum hevur staðið eina sera góða kapping og havt eitt høgt bjargingarprosent, skrivar Hondbóltssambandið.
Holland vann kappingina og tapti Holland bert hin eina dystin í kappingini, nevnliga móti Føroyum. Føroysku U19 kvinnurnar vóru ov stuttar til heiðursmerkjapláss. Bronsudysturin móti Hvítarusslandi varð leiktur í dag, og Føroyar taptu hann 27-25.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald