Hondbóltur

Rakul Wardum hevur longt við Ringkøbing

Landsliðsmálverjin hevur skrivað undir nýggjan tvey-ára sáttmála við felagið í fremstu donsku deildini. - Vit varðveita ein góðan spælara - Ikki bert á vøllinum men eisini uttanfyri.

Rakul Wardum rennir inn á vøllin undan dysti í Ringkøbing. Summar dystir situr hon á bonkinum, harfrá føroyingurin roynir at hjálpa við tí, sum tørvur er á. Men í nøkrum dystum í vetur hevur Rakul fingið møguleikan at gjørt mun - og eisini tikið av (Mynd: Sverri Egholm)

Rakul Wardum rennir inn á vøllin undan dysti í Ringkøbing. Summar dystir situr hon á bonkinum, harfrá føroyingurin roynir at hjálpa við tí, sum tørvur er á. Men í nøkrum dystum í vetur hevur Rakul fingið møguleikan at gjørt mun - og eisini tikið av (Mynd: Sverri Egholm)

2025-03-17 21:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Á sumri 2023 skifti Rakul Wardum til Ringkøbing Håndbold, og harvið helt føroyska málverjutalentið fram at spæla í bestu donsku deildini.

Havnarkvinnan er framvegis ungur málverji í menning men hevur til tíðir havt stóran týdning í stigum hjá Ringkøbing, sum stríðist fyri at halda sær uppi í Kvindeligaen.

Les eisini:
Rakul bjargaði 40 prosent í opnum spæli
Rakul Wardum dystaravgerandi í lyklasigri hjá Ringkøbing

Roynda Stephanie Andersen er fyrsta val í Ringkøbing. Har er tey glað fyri sína málverjusamanseting.

Sí eisini: Rakul Wardum verður serliga nýtt fyri sín x-factor

[object Object]
Rakul Wardum og Stephanie Andersen, sum millum annað hevur eitt danmarksmeistaraheitið á baki, tosa saman undir einum leikbrái í dystinum móti Viborg fyrst í mánaðinum (Mynd: Sverri Egholm)

Tískil hevur felagið, við stórari gleði, í dag kunngjørt, at Rakul Wardum hevur longt sáttmálan við Ringkøbing Håndbold.

- Vit tryggja støðufesti á málverjuplássinum og varðveita ein góðan spælara - Ikki bert á vøllinum men eisini uttanfyri.

Tað verður eisini nevnt, at Rakul var til søguliga EM-endaspælið hjá Føroyum fyri jól. Sagt verður at hon hevur ment seg ógvuliga væl í hesum kappingarárinum og millum annað fingið eitt "boost" vegna endaspælið. Í vestara parti av Jútlandi síggja tey stóra framtíð í 22-ára gamla føroyska málverjanum.

Rakul Wardum sigur sjálv við at hon fegnast um at framhaldandi vera við í hesum seriøsa umhvørvinum við góðu fólkunum. Rakul staðfesti í samrøðu við Portalin fyrr í mánaðinum, at "hon fer at vera har, sum hon mennir seg". 

[object Object]
Serliga móti Sveis og við stórari brotskastsbjarging móti Kroatia, gjørdi Rakul Wardum vart við seg til EM-endaspælið. Í dag er nýggi sáttmáli hennara avdúkaður (Mynd: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder