Hondbóltur

Rannvá Olsen hevur fingið flotta byrjan í Danmark

Føroyski landsliðsvongurin skoraði fimm mál, tá Ejstrup/Hærvejen í gjár vann triðja sigurin á rað. Næsta uppgávan hjá vestmannakvinnuni eru landsdystir í næstu viku.

Sum tað sást móti Litava í HM-playoff dystunum í apríl, kann tað væntast, at Rannvá Olsen fær størri leiklut á landsliðnum, nú Turið Arge Samuelsen er givin. 22-ára gamla vestmannakvinnan og Føroyar spæla tveir EM-undandystir í næstu viku (Mynd: Sverri Egholm)

Sum tað sást móti Litava í HM-playoff dystunum í apríl, kann tað væntast, at Rannvá Olsen fær størri leiklut á landsliðnum, nú Turið Arge Samuelsen er givin. 22-ára gamla vestmannakvinnan og Føroyar spæla tveir EM-undandystir í næstu viku (Mynd: Sverri Egholm)

2025-10-08 20:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Rannvá Olsen skifti í summar úr VÍF til Ejstrup/Hærvejen. Felagið úr Midtjyllandi spældi í fjør upp- og niðurflytingardystir um at at koma upp í bestu donsku deildina, men tað gekk ikki.

Eftir fýra umfør í 2025/2026 er Ejstrup/Hærvejen beint undir play-off plássi (nummar fýra av 12). Í gjár eydnaðist at vinna triðja sigurin á rað. Hann kom í hús í Sæby í norðara parti av Jútlandi, har Rannvá Olsen og tær vunnu 30-26.

Føroyski landsliðsvongurin átti sín leiklut við millum annað fimm málum - næstflest av øllum.

Rannvá hevur higartil verið effektiv í næstbestu donsku deildini, og í sigrinum í 3. umfari gjørdist hon dagsins spælari. 22-ára gamla vestmannakvinnan sær út til at fáa týðandi leiklut í felagnum.

Støðan í 1. Division sæst her

[object Object]
Rannvá Olsen í nýggja búnanum (Mynd: í Ejstrup-Hærvejen)

Sum tað sást móti Litava í HM-playoff dystunum í apríl, kann tað væntast, at Rannvá Olsen fær størri leiklut á landsliðnum, nú Turið Arge Samuelsen er givin. Hon kappast við Annu Elisabeth Halsdóttir Weyhe um plássið á vinstra vongi - báðar hava eisini ávísar dygdir sum bakspælarar.

Ejstrup/Hærvejen spælir ikki um vikuskiftið. Næsta uppgávan hjá Rannvu Olsen er við landsliðnum: Føroyska ferðalagið fer til Íslands, spælir har næsta mikudag (15. oktober) og við Tjarnir móti Montenegro leygardagin 18. oktober. Talan er um fyrstu dystirnar í undankappingini til EM 2026.

Atgongumerki til dystin kunnu keypast her


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder