Annað

Raska og MBM nýggjur høvuðsstuðul hjá frælsum ítrótti

Talan er um ein trý-ára sáttmála. Meginfelag Búnaðarmanna var eisini høvuðsstuðul fyrstu árini hjá Frælsur Ítróttur Føroya.

Vetrarkappingarnar fara at kallast Raska Vetrarkapping, og stórkappingarnar á breyt fara at kallast Raska Stórkapping. Rigmor N Arge, forkvinna í FíF og Hákun Steingrímsson, stjóri í MBM

Vetrarkappingarnar fara at kallast Raska Vetrarkapping, og stórkappingarnar á breyt fara at kallast Raska Stórkapping. Rigmor N Arge, forkvinna í FíF og Hákun Steingrímsson, stjóri í MBM

2023-01-18 07:59 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í gjár, týsdagin 17. Januar 2023, skrivaðu FíF sáttmála við Røsku og Meginfelag Búnaðarmanna (MBM) sum inniber, at Frælsur Ítróttur Føroyar hevur fingið nýggjan  høvuðsstuðul fyri næstu trý árini.

Sum sersamband hava vit seinastu árini arbeitt støðugt við at menna frælsa ítrottin í Føroyum.Vit hava skipað samlingar her heima og hava luttikið í stórum kappingum uttanlands, við sera góðum úrslitum, og er tað er hugaligt hjá okkum at síggja, at stóra arbeiðið sum verður lagt fyri dagin í FÍF gevur meining.

Flestu praktisku uppgávurnar her heima, so sum at skipa kappingar á breyt, eru treytaðar av sjálvbodnum arbeiði. Stuðlarnir geva okkum so eitt fíggjarligt grundarlag, har vit víðari kunna skapa karmarnar fyri okkara íðkarar, at mennast á tí støði, tey hvør í sær eru á.

Sjónligastu broytingarnar fyri okkum her og nú verða, at vetrarkappingarnar nú fara at kallast Raska Vetrarkapping og stórkappingarnar á breyt fara at kallast Raska Stórkapping.

Í FíF eru vit ovurfegin fyri okkara nýggju stuðulsavtalu, sum vit vænta, fer at hava góðar og positivar avleiðingar fyri báðar partar, og vit gleða okkum til samarbeiðið.

Frælsur Ítróttur Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder