Fótbóltur

Rasmus og Fróði skulu venja U17-landsliðið hjá dreingjum - fleiri broytingar á ungdómslandsliðunum

FSF hevur sett hjálparvenjaran hjá besta mansliðnum hjá HB seinastu trý árini og metmannin í føroyskum fótbólti til eitt landslið. Harvið flyta Áki Johansen og Jens Kristian Hansen ein árgang upp. Christian Høgni Jacobsen skal standa á odda fyri U15-landsliðnum við gentum, og Pauli Poulsen fer upp til U17..

Rasmus Nolsøe undir Europa League-dysti hjá HB. Tvøramaðurin skal nú royna seg við einum ungdómslandsliðið (Mynd: Olaf Olsen)

Rasmus Nolsøe undir Europa League-dysti hjá HB. Tvøramaðurin skal nú royna seg við einum ungdómslandsliðið (Mynd: Olaf Olsen)

2020-01-24 11:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder
FSF boðar frá, at nakrar broytingar eru gjørdar í venjaratoymunum á ungdómslandsliðunum.

Fýra lið hava fingið nýggjan høvuðsvenjara. U17-landsliðið við dreingjum hevur nú 35-ára gamla Rasmus Nolsøe sum oddamann. Hann hevur veirð hjálparvenjari hjá HB síðani 2017 og hevur eisini royndir sum venjari í ungdómsdeildunum. Hansara hjálparmaður er ikki hvør sum helst: 42-ára gamli Fróði Benjaminsen, ið hevur metið fyri flest A-landsdystir (94) og yvir 500 dystir í fremstu føroysku røð.

[object Object]
Fróði Benjaminsen er ikki óvanir við at umboða Føroyar í altjóða dystum - her á veg inn á vøllin til dystin móti Grikkalandi í juni 2015

Áki Johansen hevur í nógv ár staðið á odda fyri U17-landsliðnum. Nú skal hann hava U19 og U18 dreingir - U18 er ein nýggjur aldursbólkur, ið Føroyar fara at kappast í. Hjálparvenjarin Jens Kristian Hansen fylgir við. Jógvan Martin Olsen hevur seinastu trý árini havt ábyrgdina av U19 dreingjum. Hann er framvegis í starvi sum fótbóltsmennir hjá FSF, men fer nú ikki at hav aábyrgd fyri nøkrum landsliði.
 
Á genutsíðuni flytir eisini ein venjari ein árgang upp - Pauli Poulsen fer frá U15-landsliðnum við gentum til U17. Har hevur Øssur Hansen verið venjari, men hann er nú ikki longur í starvi í FSF. Á U15-landsliðnum er tað fyrrverandi landsliðsleikarin Christian Høgni Jacobsen, sum tekur við. Hann er í løtuni høvuðsungdómsvenjari hjá NSÍ. 


Ungdómslandsliðsvenjarar 2020

U18 og U19 Dreingir

 

Høvuðsvenjari

Áki Johansen

Hjálparvenjari

Jens Kristian Hansen

 

 

U17 Dreingir

 

Høvuðsvenjari

Rasmus Nolsøe

Hjálparvenjari

Fróði Benjaminsen

 

 

U15 Dreingir

 

Høvuðsvenjari

Jan Mølvad Laursen

Hjálparvenjari

Jens Erik Rasmussen

 

 

U19 Gentur

 

Høvuðsvenjari

Pætur S. Clementsen

Hjálparvenjari

Eyðvør Jakobsen

 

 

U17 Gentur

 

Høvuðsvenjari

Pauli Poulsen

Hjálparvenjari

Rannvá B. Andreasen

 

 

U15 Gentur

 

Høvuðsvenjari

Christian Høgni Jacobsen

Hjálparvenjari

Ikki greitt

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder