Samanlagt hava Real Madrid og AC Milan vunnið Champions Leagu/Europa Cup fyri meistarar 21 ferðir, og eru hesi ávíkavist nummar 1 og 2 á listanum yvir mest vinnandi feløgini í stóru kappingini. Í gjárkvøldið spældu tey seg víðari í hálvfinalurnar.
Hjá Real Madrid var eingin slingur í valsinum. Liðið hjá Ancelotti vann 2-0 á hansara gamla heimavølli í London við støðuføstum verjuspæli, góðum málmansspæli, vandamiklum mótálopum og tveimum málum frá brasiliumanninum Rodrygo í seinna hálvleiki.
Millum nógvar mótstøðuspælarar fekk Rodrygo prikað bóltin í Chelsea-málið (Mynd: EPA)
Real vann eisini fyrra dystin 2-0 og er harvið trygt víðari til hálvfinalurnar aftur. Har bíðar helst eisini ensk mótstøða - Manchester City vann 3-0 í fyrru fjórðingsfinaluni og skal gera arbeiðið liðugt i München í kvøld.
Í Napoli var útiliðið omaná eftir steðgin. Oliver Giroud misnýtti brotsspark miðskeiðis í hálvleikinum, men í 43. minutti legði royndi franski áleyparin AC Milan á odda í dystinum og samanlagt.
Napoli stríddist at koma aftur, men tá toppskjúttin Victor Osimhen skoraði í 93. minutti var tað ov seint. Kvaratskhelia hevði misnýtt brotsspark tíggju minuttir frammanundan. Hóast Napoli fer at taka Serie A-steypið frá AC Milan, so var søguliga sterkari felagið omaná hesuferð, og nógv bendir á, at teir í svørtum og reyðum skjótt skulu stríðast móti grannunum um finalupláss.
Tað liggur av álvara til Inter Milan og Manhcester City í seinnu fjórðingsfinalunum, ið eru á skránni í kvøld.
Champions League - seinnu áttandapartsfinalurnar:
Í gjárkvøldið, týsdagin 18. apríl
Napoli - AC Milan 1-1 (1-2 samanlagt)
Chelsea - Real Madrid 0-2 (0-4 samanlagt)
Í kvøld, mikudagin 19. apríl
Bayern München (0) - Manchester City (3)
Inter Milan (2) - Benfica (0)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald