Fyrru fjórðingsfinalurnar í Champions League eru nú av, og nakrir greiðir favorittar eru í mun til at koma í hálvfinalurnar. Áhugavert er millum annað, at eingin fjórðingsfinala higartil hevur verið, har bæði liðini hava skorað.
Chelsea var sjálvdan nær við at skora á Santiago Bernabeu í gjár. Real Madrid sat á dystinum, og fekk eitt mál í hvørjum hálvleiki. Tá tjúgu minuttir vóru leiktir, legði Dani Carvajal bóltin væl innfyri, Vinicius Junior fekk fótin á bóltin, Kepa bjargaði, men bólturin stakk beint út til Karim Benzema, ið lætt kundi skora til 1-0.
Í 58. minutti fekk Ben Chilwell beinleiðis reytt kort fyri at nýta neyðbremsu. Síðani skuldi liðið hjá Lampard bara royna at standa ímóti. Tað eydnaðist ikki heilt: Í 74. minutti vóru teir í bláum ikki heilt árvaknir, Vinicius legði útfrá til innskifta Marco Asensio, ið snilt sendi bóltin millum beinini á verjuspælara. Kepa fekk hondina á, men bólturin sníkti seg inn. Nú skal Real Madrid av álvara snáva á Stamford Bridge.
Tað er framvegis háspenningur í italsku uppgerðini. Ismael Bennacer úr Algeria skoraði einsamalla málið í Milani í gjárkvøldið, men týskvøldið skal AC Milan til Suðuritalia at verja leiðsluna. Tá verður Victor Osimhen møguliga við - Napoli saknaði sín áleypara í gjárkvøldið. Útiliðið fekk eisini Anguissa riknan av vølli í 74. minutti.
Champions League fjórðingsfinalur (fyrru)
Í gjárkvøldið, mikudagin 12. apríl
AC Milan - Napoli 1-0 (1-0)
Real Madrid - Chelsea 2-0 (1-0)
Týsdagin 11. apríl
Manchester City - Bayern München 3-0 (1-0)
Benfica - Inter Milan 0-2 (0-0)
Seinnu dystirnir:
Týsdagin 18. apríl
Napoli (0) - AC Milan (1)
Chelsea (0) - Real Madrid (2)
Mikudagin 19. apríl
Bayern München (0) - Manchester City (3)
Inter Milan (2) - Benfica (0)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald