
Sergio Ramos er skaddur og kann tískil ikki spæla móti felagnum, ið hann umboðaði í fimtan kappingarár. Angel Di Maria er tó ein fyrrverandi Real Madrid-leikari, sum í kvøld tekur ímóti, tá fyrrverandi PSG-venjarin Caro Ancelotti vitjar við sínum liði. Lionel Messi var í nógv ár ein fíggindi hjá Real Madrid, og fyrrverandi Barcelona-leikarin spælir í kvøld sín fyrsta dyst í einum Champions League-endaspæli við einum øðrum felagi enn tí katalanska - saman við millum annað Neymar. Og so er tað Kylian Mbappé, ið ikki vil skriva undir nýggjan sáttmála við PSG, og sum eftir øllum at døma endar í Madrid í summar.
Tað er nógv áhugavert, ið knýtir hesi bæði feløgini saman, og tað er eingin ivi um, at lagt er fyrst og fremst upp til ein spennandi dyst á Parc de Princes í kvøld. PSG skal nú royna at bróta keðiligu siðvenjuni í endaspælinum í Champions League, meðan Real Madrid skal royna at røkka evropeiska tindinum aftur.
Nógv minni spenningur kann væntast í hinari uppgerðini. Pep Guardiola og hansara menn eru ávegis móti enn einum Premier League-gullið, men Champions League er tað ikki eydnast at vinna enn hjá City. Sporting Lissabon skal nú ruddast av vegnum, áðrenn størri og sterkari mótstøðua bíðar.
Dystirnir í kvøld eru teir fyrstu í áttandapartsfinalunum í Champions League. Hildið verður fram í morgin, har millum annað Liverpool skal í eldin.
Champions League áttandapartsfinalur
Týsdagin 15.02
20.00: PSG - Real Madrid
Sporting Clube de Portugal - Manchester City
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald