2018-12-27 16:37
Stóra felagið Red Bull, sum síðani 2005 hevur verið partur av Formel 1, umhugsar nú at gevast. Felagið sigur, at reglar um koyringina og býtið av pengavinnigum, ikki verða nóg greiðar frá 2020, tá Concorde-avtalan verður sett úr gildi.
Red Bull hevur hesi árini vunnið fleiri heimsmeistaraheiti, men endin av Concorde-avtaluni kann gerast endin av luttøkuni hjá felagnum í Formel 1.
Ráðgevin hjá felagnum sigur, at so leingi eingin motorregulering er ella eingin Concorde avtala, so fer hvørki Red Bull ella Honda at taka eina avgerð um hvat tíðin eftir 2020 inniber.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald