Fótbóltur

Reisigildi á vestursíðuni í morgin

Tórsvøllur líkist alsamt meira einum altjóða leikvølli.

2020-05-19 11:49 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Arbeiðið upp á nýggju langsíðuna á Tórsvølli gongur væl, og seinnapartin mikudagin verður skipað fyri reisigildi. Eftir ætlan verður alt liðugt um eitt lítið ár

– Sum heild hevur arbeiðið at gera nýggju langsíðuna á Tórvølli gingið væl. Veðrið argaði eitt sindur í vetur, og so hevur koronatíðin eisini verið avbjóðandi. Men arbeiðsfólkið hevur verið gott, og ætlandi verður alt liðugt um eitt ár, sigur Kristin Dam Ziska, varaaðalskrivari hjá Fótbóltssambandi Føroya við heimasíðuna hjá FSF.

Fyri trimum árum síðani varð avgerð tikin um at taka gamla FSF-húsið niður, og síðani byggja nýtt. Tað er J&K Petersen, saman við MAP Arkitektum, ið stendur fyri arbeiðinum, og í løtuni sær út til, at tíðarætlanin fer at halda.

Seinastu vikurnar eru stóru stálkonstruktiónirnar settar upp, og hetta arbeiðið er nú komið so mikið ávegis, at seinnapartin mikudagin 20. mai verður skipað fyri reisigildi.

Umboð fyri Tórshavnar kommunu og Fótbóltssamband Føroya fara at føra fram røðu, umframt at byggileiðarin fer at kunna um verkætlanina.

Tiltakið er fyri innbodnum.

Tá Tórsvøllur stendur liðugur verður pláss fyri umleið 5.000 áskoðarum. Fyrsta stóra tiltakið á einum útbygdum og fullfíggjaðum Tórsvølli, verður EM-endaspælið fyri Gentur U17, sum verður í Føroyum í apríl-mai komandi ár.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder