Fyrsta bríksl í HM-undankappingardystinum millum Føroyar og Ísrael á Tórsvølli verður klokkan 19.45.
Teir báðir leikararnir, ið vórðu úttiknir til plássið sum vinstri bakkur, eru raktir av sóttarhaldi, og valið er fallið á René Shaki Joensen úr HB, sum áður hevur verið verjuleikari, men ið seinastu árini mestum bara hevur spælt á miðvøllinum.
Gilli Rólantsson verður hinumegin, meðan Vatnhamar -brøðurnir og Jákup Biskopstø Andreasen eru millum teir, ið byrja á miðvøllinum. Liðformaðurin Hallur Hansson er uttan felag og hevur onkran snudd, og hann byrjar á bonkinum, eins og millum annað Jóan Símun Emdundsson, ið hevur ávísar trupulleikar við rygginum, ger.
Føroyar (4-5-1): Gunnar Nielsen - Gilli Rólantsson Sørensen, Odmar Færø, Sonni Ragnar Nattestad, René Shaki Joensen - Sølvi Vatnhamar, Gunnar Vatnhamar, Jákup Biskopstø Andreasen, Brandur Hendriksson Olsen, Meinhard Egilsson Olsen - Klæmint Andrasson Olsen
Á bonkinum: Teitur Matras Gestsson, Mattias Lamhauge (málverjar), Heri Hjalt Mohr, Daniel Johansen, Heini Vatnsdal, Hallur Hansson, Kaj Leo í Bartalsstovu, Hørður Askham, Jóan Símun Edmundsson, Tróndur Jensen, Petur Knudsen, John Frederiksen
Fótbóltur
René byrjar á bakkinum
Vatnhamar-brøðurnir og Jákup Biskopstø Andreasen eru millum teir, ið byrja á miðvøllinum. Liðformaðurin Hallur Hansson situr á bonkinum, og tað ger Jóan Símun Edmundsson eisini.
René Shaki Joensen, sum hevur spælt meira ella minni fast á HB-miðvøllinum í ár, byrjar á vinstra bakki í kvøld, sambært uefa.com. Pápi René er ísraeli (Mynd: Sverri Egholm)
2021-09-01 18:36
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald