Tá René Shaki Joensen í gjárkvøldið traðka á vøllin á Tórsvølli í gjárkvøldið, varð tað 25. ferð at leikarin umboðaði føroyska a-landsliðið.
René spældi sínar fyrstu minuttir fyri landsliðið í 2012, tá hann varð skiftur inn í venjingardysti móti Íslandi á Laugardalsvøllinum í Reykjavík.
René hevur spælt seks EM-undankappingardystir, níggju HM-undankappingardystir, fimm Nations League-dystir og fimm venjingardystir.
René hevur skorað trý mál fyri landsliðið, øll í Nations League-kappingini. Fyrsta málið varð skorað tann 7. september í fjør í 3-1 sigrinum á heimavølli móti Malta. Hann skoraði eisini málini hjá Føroyum í 1-1 javnleikinum móti Kosovo á Tórsvølli, og í 1-1 javnleikinum á útivølli móti Malta.
Kelda: FaroeSoccer
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald