Tað hevur ljóðað í eina tíð, men nú er tað váttað.
René Shaki Joensen spælir við KÍ næstu tvey árini. Hetta kunngerð KÍ á heimasíðuni í kvøld.
28 ára gamli havnarmaðurin fór sum heilt ungur til Danmarkar at umboða superligufelagið Brøndby IF, har hann var fram til 2014. Síðan tá hevur René umboðað Vendsyssel, Grindavík og HB í tveimum førum.
(Mynd: Sverri Egholm)
Í landsliðshøpi fekk René A-landsliðsdebut í vinardysti ímóti Íslandi í 2012. Tað stóra gjøgnumbrotið var tó í Nations League kappingini í 2018, har René gjørdist føroyskur toppskjútti við trimum málum í fimm dystum.
- Shaki kann røkja fleiri pláss á vøllinum, tað hava vit sæð nógv til á hansara fótbóltsleið og seinast á landsliðnum, har René leikti á høgra bakki. Tó hevur hann leikt mest á miðvøllinum, skrivar KÍ á heimasíðuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald