Fótbóltur

Richarlison skiftir til Everton

Brasilski leikarin kostar felagnum 50 mió. pund.

2018-07-25 11:45 Author image
Ari av Rana
placeholder

Brasilski áleyparin hjá Watford, Richarlison, hevði eitt framúr fyrsta kappingarár í ensku fótbólti farna kappingarár. Nú hevur Everton keypt leikaran fyri upp ímóti 50 mió. pund.

21 ára gamli Richarlison hevur skrivað undir 5 ára sáttmála við teimum bláu úr Liverpool, og fer soleiðis aftur at spæla undir Marco Silva, sum keypti leikaran til Watford í fjørsummar.

Útlendskir miðlar skriva, at leikarin kostar Everton 40 mió. pund, men at tað kann fara upp í 50 mió. pund. Kemur hann at kosta Everton 50 mió. pund verður hann dýrasti leikarin í felagnum nakrantíð. Dýrasti higartil er Gylfi Sigurðsson, sum Everton keypti frá Swansea í fjørsummar fyri 45 mió. pund.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder