Annað

Ríðikapping við nýggjari elektroniskari skipan

Íslandsrossafelagið skipaði fyri fleiri kappingum Tølthøllini um vikuskiftið.

2021-03-17 17:07 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Leygardagin var ToppRoss innandura kapping í fjórðgongd og sunnudagin var ungdómshestacup fyri børn og ung. Tiltøkini vóru bæði í Tølthøllini í Havnardali.

Byrjað varð leygarkvøldið við fjórðgongds-kappingunum V5 og V1. V5 er ein lættari flokkur, sum er ætlaður teimum, ið ikki eru so roynd. Tá verður riðið eftir “speakers command”, har fýra gonguløg skulu vísast: Tølt, trav, fet og lop. Tvey-trý pør eru inni í senn. Úrslitini síggjast niðast í hesi greinini.

Síðani varð kappast í V1, har eitt og eitt par koma inn og ríða eitt programm, har hesi gonguløg skulu vísast: Spakuligt tølt, skjótt tølt, trav, fet og lop.

Luttakararnir velja sjálvir í hvørji raðfylgju, gonguløgini verða riðin. Úrslitini síggjast niðast í hesi greinini.

Nýggj skipan til dómaratølini
Føroyskt Íslandsrossafelag hevur júst gjørt íløgur í nýggja profesionella útgerð til kappingar.

Hendan skipanin varð fyrstu ferð brúkt til kappingarnar í vikuskiftinum, og vísti seg at roynast sera væl. Øll dómaratølini verða tastað beinleiðis inn í forritið Sportfengur, sum roknar út so hvørt, hvør miðal-karakterurin er, og hvussu plaseringin hjá ymsu pørunum er. Eisini ber til at síggja programm, startlistar, luttakarar og úrslit live á appini “LH Kappi”, sum kann takast niður á appstore og google play.

Ungdómshestacup
Sunnudagin var næsta ungdómshestacup í ár, har kappast var í einkultum gonguløgum umframt T1, T2 og V1.

Í einkultu gonguløgunum, ber til at melda til fet, trav, lop ella tølt. Í V1 verður riðið á sama hátt, sum tey vaksnu ríða. T1 og T2 eru tøltkappingar burturav, har rossið skal vísa tølt á ymsar hættir.

Úrslitini í vikuskiftinum vóru hesi:

Fjórðgongd, V1:
1. Knút Lützen og Kári frá Ásbrú
2. Ester Dahl á Heygum og Vorboði frá Akurgerði
3. Valborg Hallursdóttir Laksafoss og Kamilla frá Árbakka

Fjórðgongd, V5:
1. Bryndis Hjartardóttir og Kráka frá Ósabakka 2
2. Nina Brockie og Blússa frá Forsæti
3. Beinta Poulsdóttir Debes og Eyja frá Hurðarbaki og Kristianna Jespersen og Tristan frá Auðsholtshjáleigu

Ungdómshestacup:

Tøltkapping, T1:
1. Ragnheiður Ólafsdóttir Dam og Hugi frá Hrepphólum
2. Oskar í Haraldstovu Weihe og Máttur frá Úlfsstöðum
3. Elisabeth Niclasen og Litbrá frá Brávöllum

Slakteymatølt, T2: 
1. Ester Dahl á Heygum og Vorboði frá Akurgerði
2. Lív Hilduberg Heinesen og Hárekur úr Marknagili
3. Bertha Maria D. Nordendal og Krapi fra Enighed

Fjórðgongd, V1:
1. Ester Dahl á Heygum og Vorboði frá Akurgerði
2. Bertha Maria D. Nordendal og Krapi fra Enighed
3. Ragnheiður Ólafsdóttir Dam og Hugi frá Hrepphólum 

Einkult gonguløg:
Fet:
1. Karin Turiðardóttir Nónklett og Gígur
2. Bjørk Ládal og Verðandi
3. Boas Nordendal og Bjørk

Trav:
1. Bjørk Ládal og Verðandi
2. Ása Maria Vágsheyg og Huginn
3. Bertha Maria D. Nordendal og Sproti

Lop:
1. Ása Maria Vágsheyg og Huginn
2. Yrsa H. Djurhuus og Fákur
3. Elin Eyðunsdóttir og Ísar

Tølt:
1. Ása Maria Vágsheyg og Huginn
2. Bjørk Láberg og Kongur
3. Yrsa H. Djurhuus og Fákur
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder