Tær fyrstu fjórðingsfinalurnar í Champions League verða leiktar í kvøld, og tær síggja sera spennandi út á pappírinum.
Erling Braut Håland lendi í Manchester í gjár. Ikki fyri at samráðast ella skriva undir við Manchester United ella Manchester City, ið norska málmaskinan er sett í samband við, men fyri at fyrireika seg saman við liðfeløgunum til brakið á Etihad í kvøld. Hjá Dortmund snýr tað seg um at royna at koppa enska oddaliðnum, og har fer Haaland at hava ein sera umráðandi leiklut. Millum annað tí at fyrrverandi City-leikarin Jadon Sancho manglar.
Pep Guardiola hevur staðfest, at eingin avloysari fyri Sergio Aguero kemur inn í summar. Til tað tíð vilja teir í ljósabláu leguni ógvuliga gjarna vera nakrar gullmedaljur ríkari. Premier League-heitið er við at koma í hús, steypakappingarnar eru framvegis góðir møguleikar, men tað er Champions League, ið City serliga hungrar eftir. Heimaliðið er rímiliga greiður favorittur á pappírinum í kvøld.
20-ára gamli Erling Håland hevur tjúgu mál í bert 14 Champions League-dystum (Mynd: EPA)
Nakrar miðverjar fara at mangla í Madrid í kvøld. Liverpool hevur spælt stóran part av kappingarárinum uttan nakran av sínum trimum sterkastu, og Real Madrid er í kvøld uttan leikbannaða liðformannin Sergio Ramos og koronarakta Varane. Hesir mannaðu miðverjuna í Champions League-finalunum í 2016, 2017 og 2018, tá Real sigraði. Í 2018 var tað ímóti júst Liverpool, ið tó vann árið eftir - í Madrid.
Hjá Liverpool kann enn eitt Champions League-heiti verða atgongumerki til kappingina næsta ár. Kappingin um 4. plássið í Premier League er jøvn og hørð, og stóra evropeiska kappingin kann á mangnan hátt gerast bjargingin fyri Klopp og hansara menn í ár. Real Madird er í hørðum meistarastríðið og spælir í kvøld sína fyrsta fjórðingsfinalu í trý ár.
Báðir dystirnir byrja klokkan 20.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald