Kappróður

Róðrargrunnur Føroya játtað seks feløgum stuðul

Seks kappróðrarfeløg fáa 23.000 krónur í part.

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-05-28 07:28 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Seks kappróðrarfeløg fáa stuðul úr Róðrargrunni Føroya í 2021. Av teimum 138.000 kr., sum grunnurin hevur at lata sum stuðul hesaferð, fær hvørt av teimum seks feløgunum 23.000 kr. til bátasmíð

Róðrargrunnur Føroya fekk 10 umsóknir í ár. Hetta er tað mesta higartil.

Ein umsókn varð tikin aftur, og í trimum førum vóru bátarnir liðugt smíðaðir og latnir feløgunum áðrenn umsóknarfreistin var úti. Í teimum førunum kundi stuðul tí ikki játtast. Hinar seks umsóknirnar luku treytirnar.

Tey seks feløgini, sum fáa stuðul úr grunninum, eru:

Miðvágs Róðrarfelag, 6-mannafar
Havnar Róðrarfelag, 6-mannafar
Kvívíkar Sóknar Róðrarfelag, 5-mannafar
Kappróðrarfelagið NSÍ, 5-mannafar
Sunda Róðrarfelag, 5-mannafar
Skála Róðrarfelag, 6-mannafar

Stuðulin verður latin, tá kjølurin er strektur, og er hann ikki strektur í seinasta lagi 25. apríl í 2022, fellur stuðulin aftur til grunnin. Tá kann felagið tó søkja av nýggjum.

Løgtingið játtaði 100.000 kr. á fíggjarlógini fyri 2021 til at smíða kappróðrarbátar at styðja upp undir tjóðarítrótt føroyinga. 38.000 kr. fullu aftur til grunnin frá undanfarna ári og vórðu lagdar aftrat upphæddini at lata sum stuðul.

Róðrargrunnur Føroya varð endurreistur í 2018 og hevur higartil játtað stuðul til at smíða 20 nýggjar kappróðrarbátar, fimm í 2018, fýra í 2019, fimm í 2020 og seks í 2021.

Virksemið hjá grunninum í 2022 er treytað av, at løgtingið aftur játtar grunninum pening á fíggjarlógini í heyst.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder