Ein loysn er nú funnin á FM-róðrinum, sum eftir ætlan skuldi vera í Kollafirði leygardagin, men var avlýstur orsaka av tekniskum avbjóðingum, tá tað kom fram, at tað ikki hevði eydnast fyrireikarunum at fáa ein alibát at halda startinum.
Men nú boðar Róðrarsamband Føroya frá, at róð verður kortini leygardagin.
Sundalagsróðurin, sum skuldi vera í Kollafirði, verður í Runavík ístaðin. Tað kundi forkvinnan í róðrarsambandinum, Annika Dalsgarð boða frá í útvarpinum fyri løtu síðani.
Tá tað í gjárkvøldið gjørdist greitt, at róðurin ikki kundi vera í Kollafirði var farið í gongd við at kanna møguleikarnaf fyri at halda róðurin aðrastaðni, og runavíkingar vóru klárir at skipa fyri tiltakinum við stuttum skotbrái.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald