Fótbóltur

Rógvi Baldvinsson er eisini boðsendur

Maðurin við 50 landsdystum er maður nummar 24 hesuferð.

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2023-03-17 16:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Mánadagin kunngjørdi Håkan Ericson, A-landsliðsvenjari hjá monnum, hópin til EM-undankappingardystin móti Moldova, og venjingardystin móti Norðurmakedónia, sum verða seinni í mánaðinum.

23 mans vóru úttiknir, men Fótbóltssambandið skrivar, at ætlanin var allatíðina at hópurin skuldi telja 24 spælarar. Og nú er greitt, at Rógvi Baldvinsson eisini verður í føroyska ferðalagnum, sum seinnapartin mikudagin setir kós móti Chisinau í Moldova.

Rógvi Baldvinsson spælir, eins og Noah Mneney, við Bryne og spældi hann sín fyrsta A-landsdyst í 2011. 33-ára gamli verjukendi miðvallarin/miðverjin er higartil skrásettur fyri 50 dystir og fýra mál fyri Føroyar.

Manslandsliðið byrjar fyrireikingarnar seinnapartin mánadagin, tá fyrsta venjingin verður á Tórsvølli. Mikudagin gongur leiðin til Moldova

Hópurin
Teitur Matras Gestsson, HB Tórshavn
Mattias Heðinsson Lamhauge, B36 Tórshavn
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Gilli Rólantsson Sørensen, TB Tvøroyri
Hanus Sørensen, HB Tórshavn
Viljormur Davidsen, HB Tórshavn
Daniel Johansen, FC Fredericia (Danmark)
Odmar Færø, KÍ Klaksvík
Heini Vatnsdal, KÍ Klaksvík
Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Andrias Edmundsson, Aguilas FC (Spania)
Rógvi Baldvinsson, Bryne BK (Noreg)
Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ Klaksvík
Noah Hans Mneney, Bryne BK (Noreg)
Meinhard Egilsson Olsen, Mjøndalen IF (Noreg)
Mads Boe Mikkelsen, KÍ Klaksvík
Ári Mohr Jónsson, HB Tórshavn
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Stefan Radosavljevic, Sligo Rovers FC (Írland)
René Shaki Joensen, KÍ Klaksvík
Klæmint Andrasson Olsen, Breiðablik (Ísland)
Patrik Johannesen, Breiðablik (Ísland)
Páll Andrasson Klettskarð, KÍ Klaksvík
Pætur Petersen, KA Akureyri (Ísland)

Fríggjadagin 24. mars klokkan 19:45, sum er klokkan 21:45 lokala tíð í Chisinau, spæla Moldova og Føroyar EM-undankappingardyst á Zimbru Stadion í moldoviska høvuðsstaðnum. Og tríggjar dagar seinni, mánadagin 27. mars klokkan 17:00 føroyska tíð, møtast Norðurmakedónia og Føroyar í venjingardysti á Todor Proeksi Stadion í Skopje.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder