Fótbóltur

Rógvi Poulsen tekur yvir í AB

Símun Samuelsen koyrdur til hús.

Rógvi Poulsen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Rógvi Poulsen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-11-02 23:41 Author image
Sverri Egholm
placeholder

AB hevur tikið avgerð um at steðga samstarvinum við venjaran hjá besta liðnum, Símun Samuelsen, nú liðið hevur tveir dystir eftir, og stríðist fyri at yvirliva í bestu deildini.

- Tað er eingin loyna, at úrslitini hava verið ímóti okkum í ár. Tað eru tveir dystir eftir, og vit stríðast fyri at yvirliva í deildini, skrivar AB á heimasíðuni.

Rógvi Poulsen, høvuðsungdómsvenjari, tekur yvir tað, sum eftir er av kappingini. AB møtir KÍ á útivølli mikudagin og EB/Streymi á heimavølli á síðsta leikdegi.

Símun Samuelsen tók við í mars mánað tá Sorin Anghel steðgaði.

Nevndin hevur ikki fleiri viðmerkingar hesum viðvíkjandi, verður sagt.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder