Meistararnir úr Partille vitjaðu í gjárkvøldið í Jönköping, og har gekst ikki serliga væl hjá IK Sävehof.
Eftir eina góða byrjan hjá Sävehof. byrjaði Marcus Holmén at bjarga nógv í málinum, og Sävehof endaði við bert 24 málum.
Óli Mittún gjørdi annars sítt við seks málum og fleiri uppleggum. 19-ára gamli hoyvíkingurin hevur longu yvir 30 mál í kappingarárinum - í fimm dystum - men Hallby byrjaði 2. hálvleik væl betri í gjár, og útiliðið kom ikki aftur í aftur.
Hetta var annar ósigurin á rað hjá svensku meistarunum. Síðsta vikuskifti tapti Sävehof, sum nú eisini hevur Ísak Vedelsbøl á liðnum, fyri Malmö. Liðið hevur nýggjan høvuðsvenjara, eftir at Michael Apelgren er farin til Pick Szeged í Ungarn.
Systkinabørni Ellefsen á Skipagøtu/Mittún - Óli (nr. 78) og Rói (nr.75) í miðjuni (Mynd: Sverri Egholm)
Hallby hevði ongan sigur fyrstu trý umførini, men móti Sävehof bragdaði. Í mun til álopsspæl, var hetta serliga Róa Ellefsen á Skipagøtu at takka. 20-ára gamli spælskiparin skoraði seks mál, og var harvið javnsettur toppskjútt í dystinum við systkinabarnið Óla og ein liðfelagað.
Rói fekk eisini stýrt spælinum hjá Hallby væl. lagt upp til mál, og kundi hann aftaná fegnast um sterkt avrik og týðandi stig.
Hallby er eftir fýra dystir fjórðniðastu í fremstu svensku hondbóltsdeildini. Sävehof er á 3. plássi - týsdagin fer liðið í gongd í European League, tá vitjað verður hjá týska Gummersbach.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald