Hondbóltur

Rói undan sínum seinasta landsdysti: - Havi havt nøkur fantastisk ár og eri takksamur

Eftir átta ár og yvir 50 landsdystir er tíðin tann rætta at steðga, sigur Rói Berg Hansen. Bæði fyri mína mentalu heilsu, men eisini tí har eru nakrir ótrúliga dugnaligir ungir vinstru vengur. - Vónandi verður punktum sett við at tryggja HM-pláss leygarkvøldið við Tjarnir.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-05-15 21:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Nógvir tankar eru aftanfyri avgerðina um at gevast á landsliðnum. Fyrst og fremst haldi eg tað er gott fyri mítt høvd og mína mentalu heilsu, at tað vera færri bóltar í luftini. Tað næsta er, at hetta er eitt nátúrligt....ja, skifti. Tí vit hava nakrar ótrúliga dugnaligar ungar vinstri vengur, sum hava andað meg í nakkan. Og eg havi havt eitt prát við Peter (Bredsdorff-Larsen, red) um hetta fyri eina tíð síðani og eri ógvuliga avkláraður.

- Hetta er júst tann rætta tíðin at steðga; at seta punktum Eg havai havt nøkur fantastisk ár og fantastiskar løtur við landsliðnum og eri takksamur.

[object Object]

[object Object]Ein fegin og heldur rørdur Rói Berg Hansen takkar føroysku fjepparunum í Berlin. Soleiðis verður sannlíkt eisini í morgin (Myndir: Sverri Egholm)

Av spælarunum í núverandi A-landsliðshópi er Rói Berg Hansen tann ,við flest skrásettum A-landsdystum (53), sambært Handballstatz. Í morgin kemur 30-ára gamli vongurin undir liðuna á Hanusi Joensen sum tann føroyski mannligi spælarin við triðflest A-landsdystum - bert tríggjar dystir frá Róki Akralíð.

Har steðgar tað eisini. Undan seinna HM-røkkstøkk-dystinum móti verður maðurin, sum er uppvaksein í Neistanum heiðraður, fyri at hava verið við til hálvthundrað dystir (er fyrsti heimadystur síðani). Rói Berg Hansen staðfestir fyri Portalinum,  at hann nú gevst á landsliðnum. Hann vónar at seta punktum við tí, at Føroyar tryggjar sær søguligt HM-pláss á manssíðuni.

- Tað kundi ikki verið meira perfekt. Tað fari eg og fara vit at gera alt fyri.

Rói Berg Hansen var týðandi spælari, tá føroyska U21-landsliðið í 2017 breyt endaspælsmúrin. Stutt seinni var hann á A-landsliðnum, har kviki og eldhugaði vongurin leingi var fyrstaval.

Tað er Leivur Mortensen nú, men fyriuttan seinastu HM-røkkstøkkdystir, tá Rói varð raktur av millum annað strongd, hevur hann verið við. 

Hetta er millum tað, ið royndi landsliðsspælarin peikar á, tá hann nevnir "mentala heilsu" og "nógvir bóltar" - les meira her: Eg megnaði ikki at koma upp úr songini í trý samdøgur

Hoyr eisini Róa Berg Hansen seta orð á ferðadagin og føroyska hugburðin til seinna HM-røkkstøkkdystin, ið veðrur við Tjarnir í morgin klokkan 19, ovast

[object Object]
Rói Berg Hansen skorar her týðandi mál í søguliga EM-javnleikinum móti Noreg í Berlin. Nú vil havnarmaðurin, sum vendir aftur til Neistan í summar, seta punktum við at koma til fyrsta HM-endaspælið á manssíðuni: - Skulu ikki standa aftanfyri kvinnurnar í hesum høpi (Savnsmynd: Sverri Egholm)

[object Object]Her til seinastu landsliðsvenjingina - í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

----------------------------------------

Fyrri røkkstøkkdysturin:
Í gjár, hósdagin 14. mai, Tuzla (Bosnia)
Bosnia-Hersegovina - Føroyar 22-24 (10-12)

Les meira um dystin her

Seinni røkkstøkkdysturin:
Leygardagin 16. mai, við Tjarnir
19.00: Føroyar - Bosnia-Hersegovina

Samanlagdi vinnarin hesa vikuna kemur víðari til HM-endaspælið í januar 2027.

FM1 sigur frá dystinum í morgin, við upptakt klokkan 18,. Tormóður Petursson Djurhuus og Teitur Joensen vera viðmerkjarar hjá Pæturi Nolsøe, og skaddi Elias Ellefsen á Skipagøtu vitjar eisini eina løtu

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder