Annað

Róland og Signhild áttu bestu avrikini

Havnar Svimjifelag setti juniormet.

Róland Toftum (Savnsmynd)

Róland Toftum (Savnsmynd)

2019-02-25 12:40 Author image
Ari av Rana
placeholder

Róland Toftum úr SuSwim og Signhild Joensen úr ægir áttu bestu avrikini, tá SuSwim Open svimjistevnan varð hildin í Páls Høll í Vági um vikuskiftið.

Róland átti besta avrikið hjá monnum, tá hann í 50 m bringu kom á mál við tíðini 29.65 sek. Hetta gav eitt úrslit á 676 FINA stig. Signhild Joensen átti besta avrikið hjá kvinnunum og besta avrikið í kappingini, tá hon svam 100 metrar ryggsvimjing við tíðini 1:04.92. Avrikið gav 716 FINA stig.

Les eisini: Ægir vann SuSvim Open

Bestu avrikini á SuSwim Open 2019

Menn:

  1. Róland Toftum (1998), SuSvim 29.56 og 676 FINA stig í 50 bringu
  2. Johan N. Dam (2002), HS 4:15.95 og 635 FINA stig í 400 frí
  3. Rókur Trygvason (2000), Ægir 54.81 og 626 FINA stig í 100 frí

Kvinnur:

  1. Signhild Joensen (2000), Ægir 1:04.92 og 716 FINA stig í 100 rygg
  2. Vár E. Eidesgaard (2001), HS 17:46.62 og 653 FINA stig í 1500 frí
  3. Barbara Debes (2000), Ægir 2:12.91 og 614 FINA stig í 200 frí

[object Object]

(Signhild Joensen: Mynd - Jens Kr. Vang)

Juniormet til HS

HS-dreingir settu í dag nýtt føroyskt juniormet í 4×100 metra frísvimjing á langgeil, tá ið teir á SuSvim Open svumu teinin uppá 3:55.27.

Gamla metið á 3:57.26 átti Ægir frá FM á langgeil í fjør.

Teir fýra úr Havnar Svimjifelag vóru Jóhannis Erlendsson (2003), Johan Nónskarð Dam (2002), Jónas Lindenskov Schiller (2003) og Bartal Erlingsson Eidesgaard (2003).

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder