Fótbóltur

Ronaldo avgjørdi Supercoppa Italiana

Juventus vann 1-0 sigur á Milan í finaluni í Saudi Arabia.

Cristiano Ronaldo og Pablo Dybala við stóra steypinum á stóra leikvøllinum
(Mynd: EPA)

Cristiano Ronaldo og Pablo Dybala við stóra steypinum á stóra leikvøllinum (Mynd: EPA)

2019-01-17 08:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Vanligt er, at stórsteypadystir seta kappingarárið í gongd. Hetta kenna vit frá millum annað Onglandi, Spania og Føroyum. Men í Italia var dysturin um stórsteypið - Supercoppa Italiana - ikki leiktur fyrrenn í gjárkvøldið.

Tað var eisini eitt heldur øðrvísi stað, sum italiensku stórfeløgini, Juventus og AC Milan, hittust. Finalan varð leikt á King Abdullah Al Jawhara International Stadium í Jeddah, Saudi Arabia. 

Juventus vann greipuna í fjør. Í steypafinaluni seinasta mai vann liðið úr Torino heili 4-0 á AC Milan. Hesaferð var tað bert eitt mál, ið skilti partarnar. Tað var Cristiano Ronaldo, ið gjørdist dystaravgerandi. 33-ára gamli portugisin rann væl afturum verjuketuna og stútaði hegnisliga frálíku framleggingina hjá Miralem Pjanic í málið. Ronaldo hevur havt eitt gott hálvt ár í Torino. Hann er toppskjútti í Serie A við 14 málum, og hann hevur lagt upp til fimm. Hetta var fyrsta steypið hjá Ronaldo í italienska stórfelagnum. 

[object Object]
(Ronaldo fegnast eftir avgerandi málið - Mynd: EPA)

Málið kom eftir ein tíma, og tað var í tráð við leikgongdina. Juventus var omaná í spæli og í málmøguleikum og megnaði at koyra sigurin heim. Milan spældi seinasta stóra korterið við einum leikara færri, eftir at miðvallarin Franck Kessie varð útvístur. 

Í vikuskiftinum byrjar Serie A aftur aftaná vetrarsteðgin, og Juventus og Milan skulu í eldin mánadagin. Juventus er ósigrað eftir 19 umfør, og hevur níggju stig niður til Napoli. Liðið fer eftir áttanda meistaraheitinum á rað. Milan liggur á 5. plássi og jagstrar Champions League-pláss. 

Supercoppa Italiana
Juventus - AC Milan 1-0 (0-0)
1-0 61. min Cristiano Ronaldo 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder