Fótbóltur

Ronaldo hevur stemplað inn í Italia

Superstjørnan skoraði tvær ferðir fyri Juventus í dag.

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2018-09-16 23:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Síðani skifti frá Real Madrid í summar, hevur tað ikki eydnast hjá Cristiano Ronaldo at skora fyri Juventus. Men í dag bragdaði hjá 33-ára gomlu stjørnuni av Madeira.

Juventus tók ímóti Sassulo tíðliga í dag. Tað var málleyst í hálvleikinum, men so sló Ronaldo til. Fyrst fimm minuttir inn í 2.hálvleik, tá hann var fyrstur á einum returbólti í samband við eitt hornaspark. 2-0 málið kom eitt korter seinni, tá Ronaldo smekkaði niður í longra málhornið við vinstrabeini eftir eina umstilling.

Ronaldo hevur við málinum skorað 400 ligamál í Portugal, Onglandi, Spania og Serie A. Hann hevur nýtt 517 dystir til hetta.

Juventus liggur á odda í Serie A við fullum stigatalið fyri fýra dystir.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder