Í gjár vórðu tvær áttandapartsfinalur í Champions League leiktar. Talan var um tær fyrstu, har liðini spældu seinna dystin.
Juventus tapti 2-1 í Oporto í fyrra dystinum, og eftir 90 minuttir í Torino í gjár var tað eisini 2-1, so neyðugt var við longdari leiktíð. Útiliðið hevði lagt seg á odda fyri steðgin í vanligu leiktíðini, men í seinna hálvleiki skoraði Federico Chiesa, ið eisini skoraði í dystinum í Portugal, tvær ferðir. Ímillum málini hevði Mehdi Taremi hjá Porto fingið tvey gul kort uppá tríggjar minuttir - tað seinna fyri at sparka bóltin burtur.
Í longdu leiktíðini hildu teir tíggju hjá útiliðnm fast. 36 ára gamli Cristiano Ronaldo slapp ikki at skora, og portugisin noyddist triðja árið á rað at ásanna, at hann noyðist at bíða longri eftir einum sætta Champions League-heiti. Pepe og Porto vardi væl, og í 115. minutti skoraði Sergio Oliveira eitt avgerandi útivallarmál við beinleiðis frísparki. Rabiot skoraði næstan beinanvegin aftur, men Porto fer víðari orsakað av regluni um útivallarmál. Pirlo og Juventus hava Inter nakað frammanfyri seg í Serie A, og tað sær ikki gott út í Torino í løtuni.
Myndir: EPA
Í Dortmund var tað - ikki óvæntað - Erling Braut Håland, ið stjól yvirskriftirnar. Við tveimum málum - eitt í hvørjum hálvleiki - hevur 20 ára gamli áleyparin nú skorað tjúgu mál í Champions League. Tað hevur hann gjørt í bert fjúrtan dystum. At Håland fer at vera millum heimsins bestu leikarar leingi tykist lítil ivi vera um longur, og við fýra útav teimum fimm málunum í báðum dystunum móti Sevilla eigur norðmaðurin ein risaleiklut í, at teir í gulum og svørtum vera í pottinum, tá lutur skal kastast um fjórðingsfinalurnar.
Liðið úr Andalusia, ið hevur Europa League sum sítt serøki, fekk svarað aftur tvær ferðir í gjár. Í báðum førum var tað Youssef En Nesyri, sum skoraði, men 2-2 málið ikki kom fyrrenn í 95. minutti.
Í kvøld skulu Liverpool og PSG gera arbeiði liðugt móti ávíkavist Leipzig og Barcelona.
Champions League áttandapartsfinalur
09.03
Juventus - Porto 2-3 (e.l.l) - Porto víðari eftir 4-4 samanlagt og fleiri mál á útivølli
Dortmund - Sevilla 2-2 - Dortmund víðari eftir 5-4 samanlagt
10.03
Liverpool - RB Leipzig (2-0) - Verður leiktur í Ungarn orsakað av koronareglugerð í Týsklandi
PSG - FC Barcelona (4-1)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald