Næstbesta deildin í Onglandi, The Championship, fær í januar eitt stórt navn afturat. Derby County váttar í dag, at Wayne Rooney kemur aftur til enskan fótbólt. Liverpool-føddi leikarin kom úr USA í gjár, og hann hevur nú skirvað undir ein sáttmála við Derby, ið bindir Rooney til felagið í eitt og eitt hálvt ár, og sum kemur í gildið í januar 2020.
Wayne Rooney skifti úr barndómsfelagnum Everton til DC United í MLS seinasta summar. Áleyparin, ið fylli4 34-ára fer at spæla kappingarárið í USA liðugt, áðrenn hann kemur aftur til Onglands at enda yrkisleiðina sum leikari og byrjað yrkisleiðari sum venjari.
Rooney hevur fyrr sagt alment, at hann ynskir at arbeiða sum venjari í framtíðini, og sambært Sky Sports verður hansara leiklutir sum venjari í Derby at mest arbeiða við ungum leikarum.
Derby tapti í fjør finaluna um at flyta upp ímóti Aston Villa. Venjarin Frank Lampard skifti til Chelsea, og inn í hansara stað kom Phillip Cocu. Einsini ein fyrrverandi miðvallari; háleningurin er serliga kendur fyri sína tíð í FC Barcelona og á hollendska landsliðnum. Hann fegnast um, at Rooney kemur inn í hópin og í venjaratoymi.
Fótbóltur
Rooney kemur aftur til Onglands
Metmálskjúttin í Manchesteru United og á enska landsliðnum skal frá januar 2020 spæla fyri Derby, har hann eisini veðrur partur av venjaratoyminum.
Fyrrverandi liðformaðurin á enska landsliðnum skal aftur spæla í hvítum komandi ár - Mynd: EPA
2019-08-06 16:11
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald