Fótbóltur

Royn spældi seg víðari í steypakappingini

Hvalbingar koppaðu hoyvíkingum við Stóra í undanumfarinum.

Hvalbingar fegnast eftir dystin í Trongisvági í gjár
(Mynd: John Petersen)

Hvalbingar fegnast eftir dystin í Trongisvági í gjár (Mynd: John Petersen)

2019-03-31 12:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Umframt tveir dystir í Betri deildini og fult umfar í næstbestu deildini hjá monnum, varð ein steypadystur leiktur í gjár. Hann var í Suðuroy, har FC Hoyvík var á vitjan. Royn var vertur; dysturin varð tó ikki spældur í Hvalba, tí at grasvøllurin har var ikki til reiðar.

Royn hevur seinastu tvey árini verið partur av TB/FCS/Royn, men í ár stendur felagið aftur á egnum beinum og fremsta mansliðið spælir í 3. deild. Í gjár var tó serligur dystur í Trongisvági, tá Royn tók ímóti niðurflytarunum úr 1.deild, FC Hoyvík, ið eisini á ein hátt er í nýggjum hami í ár. 

Heimaliðið gjørdi bart og vann 2-1. Bjørgvin Sveinbjørnsson gjørdist avgerandi; hann skeyt bæði málini fyri Royn. Harvið skal 3. deildarliðið spæla í 1/8 finalunum í kappingini um Løgmanssteypið, ið verður mikudagin 10. apríl. Tá hevur Royn aftur heimavøll, og mótstøðuliðið er B68 úr 1. deild.

Løgmanssteypið - Undanumfar: 
Royn - FC Hoyvík 2-1 (1-0)

1/8 finalurnar (10. apríl):
Royn - B68
Undrið - KÍ
EB/Streymur - Víkingur
B36 - 07 Vestur
B71 - ÍF
HB - NSÍ
TB - FC Suðuroy
Skála - AB


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder