Tann 6. mai í 1992 gav Rumenia liðnum hjá Páll Guðlaugssyni eina marrubyrjan uppá sína fyrstu HM-undankapping. Teir gleðiligu Landskrona-dagarnar, og EM-undankappingin frammanundan við fleiri sera góðum úrslitum, tyktust langt burtur, tá bóltarnir fóru framvið Jens Martin Knudsen í Bukarest. Rumenia spældi skjótt og við høgum tekniskum støði og hevði úrmælingin Georghe Hagi úr Real Madrid at stjórna spælinum. Tað endaði 7-0.
20-ára gamli Ianis Hagi er sonur størsta rumenska fótbóltsleikaran nakrantíð. Hann kom inn móti Føroyum í mars og er við í hópinum í kvøld
Í september árið eftir gekk væl betri á Svangaskarði, men tá fekk føroyska liðið ikki steðga Florin Raducioiu. Áleyparin úr AC Milan skoraði øll fýra málini hendan dagin. Talan var um seinasta dystin í HM-undankappingini og dystin, har Jóhan Nielsen og Jógvan Norðbúð fyribils stóðu á odda fyri føroyska landsliðnum. Hetta rumenska liðið var krútsterkt og sló í HM-endaspælinum í USA í 1994 Argentina út úr áttandapartsfinalunum.
Tað gingu 15 ár til Rumenia og Føroyar aftur hittust. Í tíðini ímillum hetta høvdu fleiri rumenskir leikarir leita sær til Føroyar at spæla. Sorin Anghel skarar av hesum framúr. Hann spældi í 12 ár við EB/Streymi, har hann var ein týðandi partur í framgongdini hjá felagnum; Sorin var til at vinna tvey FM-heiti og fýra steypakappingar. Eftir tvey full kappingarár á Argjum sá yrkisleiðin sum leikari út til at vera av, men sum leikandi hjálparvenjari hjá Víkingi í 2016 og 2017 var Sorin umráðandi partur av teimum fyrstu FM-heitunum hjá tí felagnum eisini. Nú er 40-ára gamli Sorin Anghel venjari hjá AB, ið hann í fjør óvæntað førdi til enn eitt ár í Betrideildini. Júst ein rumenskur venjari stjórnaði HB frá 1998 til 2002, har hann vann tvey FM-heiti og eina steypakapping (greipuna í 1998) Ian Geolgau vandi eisini B36 eitt kappingarár.
Sorin Anghel hevur búð í Føroyum so at siga alla hesa øldina (Mynd: Sverri Egholm)
Í byrjanini av undankappingini til HM 2010 vitjaði Rumenia Tórsvøll. Í undankappingini frammanundan høvdu Føroyar einki stig fingið. Tað var 0-0 í steðginum, og næstan beinanvegin í 2. hálvleiki fekk Rumenia reytt kort. Tó vóru tað rumenar, ið skoraði sigursmálið tíggju minuttir seinni. Árið eftir spældu liðini seinasta dystin í undankappingini. Tà hevði Brian Kerr tikið við eftir Jógvan Martin Olsen, og Egil á Bø fekk minkað um munin til 2-1, áðrenn rumenar punkteraðu dystin.
Kaj Leo í Bartalsstovu er einasti føroyingurin ið hevur roynt seg í rumenskum fótbólti. Gøturmaðurin spældi í 2016 við stórfelagnum Dinamo Bucarest. Her í undnkappingardystinum í mars (Mynd: Sverri Egholm)
Fýra mánaðir eftir minniliga 1-0 sigurin í Grikkalandi í november 2014 spældu Føroyar aftur ein góðan útidyst. Í tí førinum rakk tað tó ikki til stig. Í oktober 2015 spældu Føroyar og Rumenia fyri triðju ferð í seinasta umfari í undankappingin, men liðið hjá Lars Olsen hevði ikki ein góðan dag á Tórsvølli og tapti 3-0 móti liðnum, ið var í EM-endaspælinum í 2016. Tað vóru eisini trý mál á muni í Cluj-Napoca í mars í ár, har Viljormur Davidsen skoraði føroyska málið við brotssparki. Føroyska spælið var til tíðir heilt gott, men verjuspælið haltaði, og hepnið var heldur ikki við føroyska liðnum.
Føroyski vinstri bakkurin fegnast um brotssparksmálið í Cluj-Napoca (Mynd: Sverri Egholm)
Spurningurin er, um tað verður í kvøld, at fyrsta málið á heimavølli móti Rumenia kemur og kanska fyrsta stigið. Rumenia (10 stig) stríðist hart við Svøríki (11 stig) og Noreg (9 stig) um 2. plássið í okkara bólki. Dystirnir móti Rumenia hava higartil ikki verið serliga minniligur; teir báðir fyrstu tó eitt sindur, tí støddin á rumenska sigrinum var so stór í 1992, liðið var so sterkt og ein fýra-máls skjútti var á Svangaskarði. Fyrsta briksl á Tórsvølli í dag er klokkan 17.
Føroyar - Rumenia í undankappingum
Undankappingin til HM 1994:
Bukarest, 6. Mai 1992
Rumenia – Føroyar 7-0 (5-0)
Sí meira um dystin her
Á Svangaskarði , 8. September 1993
Føroyar – Rumenia 0-4 (0-1)
Sí meira um dystin her
Undankappingin til HM 2010:
Tórsvøllur, 10. september 2008
Føroyar – Rumenia 0-1 (0-0)
Sí meira um dystin her
Piatra Neamt, 14. oktober 2009
Rumenia – Føroyar 3-1 (1-0)
83’ Egil á Bø 1-2
Sí meira um dystin her
Undankappingin til EM 2016:
Ploiesti, 29. Mars 2015
Rumenia – Føroyar 1-0 (1-0)
Sí meira um dystin her
Tórsvøllur, 11. Oktober 2015
Føroyar – Rumenia 0-3 (0-2)
Sí meira um dystin her
Undankappingin til EM 2020
Cluj-Napoca, 26. Mars 2019
Rumenia – Føroyar 4-1 (3-1)
40’ Viljormur Davidsen (br.) 3-1
Sí meira um dystin her
Les meira um dystin her
Kelda: Faroe Soccer
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald