Fótbóltur

Russar vóru náðileysir síðstu løtuna

Føroyska U19-landsliðið við dreingjum tapti seinasta dystin í EM-undankappingini í Grikkalandi 5-0 - møguleikin fyri at koma víðari var annars til staðar.

Teir ið byrjaðu móti Russlandi (Mynd: Fótbóltssamband Føroya)

Teir ið byrjaðu móti Russlandi (Mynd: Fótbóltssamband Føroya)

2021-11-17 10:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyska U19-landsliðið við dreingjum endaði tíverri ikki EM-undankappingina í Grikkalandi væl. Liðið fekk ein annars javnleik móti Grikkalandi leygardagin og kom á 1-1 í fyrsta dystinum móti Týsklandi, sum ikki avgjørdi móti endanum.

Russar høvdu undan dystinum tryggjað sær fyrsta plássið í bólkinum og høvdu tískil ikki tað heilt stóra at spæla fyri. Hinvegin kundi føroyska liði við einum sigri – og møguliga einum javnleiki – spæla seg víðari í EM-kappingini. Reglurnar eru nevniliga soleiðis, at besti 3’arin í samlaðu undankappingini sleppur víðari til Elite Round, sum verður tíðliga komandi ár.

Men, sum fsf.fo skrivar, so víst russiska bjørnin vísti onga náði: Russar komu á odda í 5. minutti, og tá avtornaði stóð 5-0 til Russland á máltalvuni. Tað var kortini ikki fyrrenn seinastu tjúgu minuttirnar, at dysturin í roynd og veru bleiv avgjørdur.

Russland endaði fremst í bólki 2 í EM-undankappingini við 9 stigum, Týskland fekk 4 stig, Grikkaland fekk 2 stig, meðan Føroyar endaði á 4. plássi við einum stigi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder