Fótbóltur

Sættu flokkar úr øllum landinum til Skúlafótbólt

Í farnu viku vóru 400 børn úr 5. flokunum til Skúlafótbólt í Vági. Í dag eru 375 børn úr 6. flokkum og kappast.

2022-04-28 15:33 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í dag eru tað 6. flokkar úr øllum landinum, sum leita til Vágs til Skúlafótbólt, sum FC Suðuroy skipar fyri, har Bank Nordik er høvuðsstuðul. 

Í farnu viku vóru tað um 400 børn úr 5. flokkunum til Skúlafótbólt og í dag verða tað á leið líka nógv, tí eini 375 børn fara at kappast í dag. Tilsamans verða 77 dystir og fyrstu dystirnar byrja nú kl. 10.30, áðrenn stóra ferðaliðið kemur frá Smyrli.

Kappingin í dag heldur fram til umleið kl. 16.15 og áðrenn børnini fara til hús aftur, er sum vant møguleiki at fara og svimja í Páls Høll.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder