24 ára gamli Salmundur Bech úr Porkeri var í 2018 ein av lyklaleikarunum hjá felagsliðnum í Suðuroynni, ið hevði Glenn Ståhl sum venjara.
Nú er Glenn Ståhl venjari hjá NSÍ, og í ár fer Salmundur at hava heimavøll við Løkin. Hetta kunngerð NSÍ í dag.
Tað lá í kortunum, at Salmundur Bech fór at skifta til NSÍ seinasta vetur, men so fekk sterki miðvallarin ein álvarasaman skaða, ið helt honum úti alt 2019.
Salmundur skal aftur spæla undir Glenn Ståhl (Mynd: NSÍ)
Seinastu tíðina hevur hann vant við NSÍ, og nú er ein avtala komin í lag.
Tølini hjá FaroeSoccer vísa at Salmundur hevur spælt 82 dystir í Betri deildini umframt 8 dystir í kappingini um løgmamssteypið. Hann hevur skorað í alt 20 mál, og hevur umboðað FC Suðuroy, TB og TB/FCS/Royn. Salmundur spældi ein U21-landsdyst í 2018
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald