Fótbóltur

Samdir formenn: Ólavsøkan skal hava ein fótbóltsdyst

Georges Rouah og André Dalfoss vóru, sum vera man, ikki eins nøgdir við úrslitið á Tórsvølli, men fegnaðust um at tað bar til hjá TB, ÍF og mongu áskoðarunum at skapa karmarnar í gjár.

Teir ynskja, at slíkt verður gjørt aftur, og at tað merkir nógv fyri

Teir ynskja, at slíkt verður gjørt aftur, og at tað merkir nógv fyri "niðaru liðini" í Betrideildini - her síggjast TB-áskoðarnir á Tórsvølli í gjár (Mynd: Jens Kr. Vang)

2023-07-30 11:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Okur eru øgiliga glað fyri hendan dagin. Hesin dysturin hevur verið eitt væl fyriskipað tiltak. Tað hevur staðið nógv á hjá okkum fyri at fáa alt at rigga, men haldi at alt var til UG - burtursæð frá úrslitinum

Hetta staðfesti formaðurin hjá TB við blandaðum kenslum í spælaragongini á Tórsvølli, stutt eftir at hann "varð noyddur til" at vera við til at handa ÍF ólavsøkusteyp í gjárkvøldið. Hugskotið til serstaka ólavsøkudystin kom í TB-leguni, og André Dalfoss og nógv onnur hava gjørt eitt stórt arbeiðið seinastu tíðina. André staðfestir, at hann hevur hug at gera hetta aftur. Hetta kann ikki lýsast - tað skal upplivast, staðfestir formaðurin.

Formaðurin hjá liðnum, sum vann 2-1 á TB, var uppaftur meira fegin og errin. ÍF lyfti seg við fyrsta sigrinum í tríggjar mánaðir uppum niðurflytingarstrikuna, og Georges Rouah hevði júst verið í skiftingarrúminum, tá Portalurin fekk orðið á han:

-  Hetta er so heilt fantastiskt. Eitt er tað at fáa trý stig, sum eru ødiliga umráðandi, eftir at vit hava tapt níggju dystir á rað áðrenn summarsteðgin, og nú koma vit út og geva alt, sum vit kunnu - og so nú á ólavsøku: Fólk eru komin niðan, og eg rokni við, at her vóru eini 2.000 áskoðarar, og tað er heilt fantastiskt at síggja, at menninir geva seg so mikið nógv, at teir megna at koma frammum og so frammum aftur - eftir at TB hevði javnað - og so halda tað, sjálvt um tað var strævið. Sum formaður í ÍF kann man ikki biðja um, at spælararnir geva meira enn 100 prosent, og í dag góvu teir tað + eitt sindur afturat, so tað er heilt fantastiskt fyri Fuglafjørð.

[object Object]
Formenninir síggjast við síðuna av hvørjum aftast á myndini (Mynd: Jóanis Albert Nielsen)

[object Object]
TB-áskoðarnir gjørdu veruliga vart við seg við herrópum, fløggum o.ø (Mynd: Jens Kr. Vang)

[object Object]
ÍF' arnir norðanfyri hoyrdust sanniliga eisini, og vóru tað tey "meira reydligu", sum kundu fegnast eftir seinasta bríksl (Mynd: Jóanis Albert Nielsen)

Sí myndir frá dystinum her

Tá vit tosaðu við André Dalfoss eftir dystin, so hevði hann ikki verið í samband aftur við tey, ið høvdu beinleiðis við atgongumerkini at gera, men tá hann hoyrdi talið 2.000 (+) lýsnaði hann meira:

- Um tað er so, so er tað heilt, heilt fantastiskt - eru ógvuliga glað fyri, at so mong møttu upp. Tað var tað, sum okur ynskti við hesum ólavsøkudystinum: Ólavsøkan manglaði ein fótbóltsdyst í ár, og vit skaptu tað. Karmarnir vóru har, og fólki skapti góða huglagið. Tað er ikki bara topp-fýra, tað snýr seg um. Okur eru eisini partur av føroyskum fótbólti, og vit vildu umboða tað í dag, slær André fast at enda.

Júst hetta kom ÍF-formaðurin eisini inn á - tað gevur nakað eyka fyri slík feløg:

- Eg haldi, at tað er avgjørt nakað, sum man kann hyggja eftir og gera í framtíðini. Bæði fyri fuglfirðingar og suðuroyingar og fyri øll tey, sum ikki vanliga fáa slíkar rammur at spæla undir, er tað ordiliga stuttligt. Kanska slíkt ikki hevur so nógv at siga fyri tey í "fínara endanum" av stigatalvuni, men hetta er heilt fantastiskt fyri okkum smáu, um man kann siga tað á tann hátt.

Er tað so, at eingin annar ólavsøkudystir ein, so skal mam skapa ein, tí fótbóltur og ólavsøka hoyra saman á sama hátt sum kappróður og ólavsøka hoyra saman, staðfesti Georges Rouah at enda, og sjón fyri søgn fyri hesum fekst aftur í gjár á Tórsvølli.

[object Object]
ÍF og TB stríddust um stig á ólavsøku (Mynd: Jens Kr. Vang)

Betrideildin 16. umfar
Ólavsøkudag, leygardagin 29.07 á Tórsvølli

TB - ÍF 1-2 (0-0)
57' Gundur Ellingsgaard Petersen (Dánjal á Lakjuni) 
63' Salmundur Bech (John Villi Wøldike Leo)
70' Tóri Nolsøe Olsen (Elvio Gelmini)

Uppstillingar, dystargongd o.a. á dystir.fo

Les eisini: 
ÍF stríddi seg av aftasta plássinum
ÍF-hetjan: Hetta er nakað heilt serligt

Støðan:
1. KÍ 48 stig 
2. B36 36 stig 
3. HB 35 stig 
4. Víkingur 27 stig 
5. 07 Vestur 25 stig
6. TB 15 stig 
7. EB/Streymur 13 stig
8. ÍF 12 stig
9. B68 11 stig
10. AB 10 stig 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder