Sami Khedira verður ikki við, tá Juventus í kvøld spælir móti Atletico í Madrid í Champions League. Hann hevur í morgun fingið eina skurðviðgerð fyri hjartatrupulleikar.
Tað vat stutt undan, at Khedira skuldi ferðast saman við liðfeløgunum til spanska høvuðsstaðin, at trupulleikin í hjartanum varð funnin. Talan var um óreglusemi í hjartarútmuni. Harvið skuldi 31-ára gamli leikarin kannast nærri, og í morgun fekk hann viðgerð í hjartanum.
Juventus upplýsir á heimasíðu sínari, at skurðviðgerðin eydnaðist væl. Tað verður væntað, at Sami Khedira kann venja við um áleið ein mánað.
Týski miðvallarin hevur bert spælt 9 dystir í Serie A í ár orsakað av skaðum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald