
SJK Seinäjoki - KÍ hósdagin 10. juli verður ein heldur serstakur dystur á tann hátt, at ein føroyskur spælari skal spæla ímóti einum føroyskum felagi í evropeiskum dysti.
Okkum vitandi er hetta ikki hent, síðani Gunnar Nielsen spældi Champions League-dystir fyri FH móti Víkingi í 2017.
HB seldi Samuel Johansen Chukwudi til Finnlands í vetur. Har hevur 22-ára gamli miðverjin sum heild staðið seg væl. Samuel spælir fast hjá SJK Seinäjoki, sum í løtuni er nummar fimm í fremstu finsku deildini.
Høgi og sterki havnarmaðurin fær eisini nógv rós í Finnlandi; hansara avrik hava vakt ans í miðlum, og í mai varð hann mettur millum fimm teir bestu spælararnir í Veikkusaliguni fyrstu seks umførini.
Sí eisini: - Eitt verjuódjór sum ikki verður í Finnlandi leingi

- Tann fyrsti føroyski spælarin í deildini hevur verið ein opinbering í verjuni hjá Seinajoki, skrivaði størsta finska blaðið fyrst í mai
Seinni í mai fekk Samuel ein vøddaskaða, men hann hevur spælt fulla tíð seinastu vikurnar, og leygardagin skoraði miðverjin við góðum stútara, tá SJK spældi javnleik móti Ilves.
Í morgin skal hann royna at steðga Pálli Klettskarð, Patriki Johannesen, Árna Frederiksberg og hinum, tá KÍ vitjar í Seinäjoki - kanska Samuel eisini kann hótta, tá heimaliðið hevur deyðbóltar. Hann hevur mangan spælt móti júst KÍ við HB.
- Eg vænti tveir tættar dystir, har KÍ fer at spæla sín vanliga evropeiska stíl, og har vit fara at royna at leypa á. Tað er torført at meta um styrkismunin á liðunum, men eg haldi, at stigið á liðunum er nokk so líka, staðfesti Samuel fyri Portalinum beint eftir lutakastið miðskeiðis í juni.
Sí eisini: Samuel: - Ikki nakar serligur munur á okkum og KÍ
Sí eisini: Jóannes Kalsø Danielsen: - Rokni við tættari uppgerð
Tað er í morgin, hósdagin, at at liðini bresta saman. Í dag fekk høvi Samuel Johansen Chukwudi møguleika at heilsa uppá vinmannin og fyrrverandi liðfelagan í HB, umframt á landsliðnum, Mads Boe Mikkelsen. KÍ legði hesa myndina út:
Skýggjamynd: KÍ á Meta
Conference League 1. umfar
Í morgin, hósdagin 10. juli
17.00: SJK Seinäjoki - KÍ
Dysturin hjá KÍ kann stroymast fyri eitt gjald her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald